Borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen, beyð herfyri lokalu handverkarafyritøkunum MR-EL, Tangavirkið, Rock Trawldoors og Vágs skipasmiðju á fund fyri at umrøða møguleikan hjá Vágs Havn at gerast veitingarhavn um Føroyar fara í oljuvinnuna, og eisini hyggja eftir, hvat ber til her og nú við verandi virksemi á teimum oljufeltum, ið liggja ein landssynning úr Føroyum skrivar Vágs kommuna á síni heimasíðu.
![]()
Marin Gårdlykke, forkvinna í Havna- og vinnunevndini, hevur á fundi lagt fram kunning um virksemið í nærliggjandi oljufeltum og hvussu virksemið hjá eini frálandahavn kann skipast.
Fundurin varð hildin á kommunuskrivstovuni, har m.a. varð umrøtt møguligan leiklut hjá Vágs Havn sum frálandahavn, útboð av MRO - tænastum (maintenance, repair og overhaul/operations), infrastruktur og aðrar veitingar og tænastur í økinum.
Víst varð á, at hetta er ein uppgáva, sum kann lyftast í felag.
Vinnumennarin hjá Vágs kommunu, Edith M. Samuelsen, fer í framhaldi av fundinum at lyfta uppgávuna til næsta stig og fyriskipa viðkomandi tiltøk og fundir hesum viðvíkjandi.
Útmeldingin frá Vágs kommunu kemur eftir tíðindi um, at stórur áhugi er fyri at fremja útbyggingar av oljuleiðum eystan fyri Føroyar eins og spurningurin um oljuleiting við Føroyar eisini hevur verið umrøddur.
Higartil hevur Skálafjørðurin hýst veitingum til oljuleiting, men eisini onnur øki í landinum liggja framvið. Eitt teirra er Tvøroyri, og nú meldar Vágur seg so eisini á banan. Tórshavnar Havn hevur eisini leingi tikið ímóti veitingarskipum, sum arbeiða eystan fyri Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald