Innanlands

Sjóvarfalsorka á breddan í Norðurlandahúsinum

Svenska fyritøkan Minesto, sum samstarvar við SEV um sjóvarfalsorku, skipar í næstum fyri seminari í Norðurlandahúsinum

2025-01-22 18:52 Author image
Jan Müller
placeholder

Hvussu kunnu Føroyar menna eina orkuskipan, sum byggir 100% á varandi sjóvarfalsorku. Hetta er spurningurin, sum verður til viðgerðar í Norðurlandahúsinum 3. februar.

[object Object]

Svenska fyritøkan Minesto, sum nú í fleiri ár hevur framleitt streym frá sjóvarfalsorkuverki í Vestmannasundi í samstarvi við SEV, bjóðar  leiðandi mennarum av havorku, myndugleikum, vinnulívi og almenninginum at vera partur av tiltakinum mánadagin 3. februar kl. 16.30 til 18.15.

[object Object]

Á tiltakinum fara umboð fyri Minesto at greiða frá fyritøkuni og tess verkætlan í Føroyum, sum tey siga er ein pionerverkætlan fyri sjóvarfalsorku á heimsstøði og kann gerast ein fyrimynd fyri onnur lond í sambandi við grøna orkuskiftið.

Martin Edlund frá Minesto fer at greiða frá 200 MW útbyggingini av sjóvarfalsorku. Síðani fara serfrøðingar og onnur at umrøða fyrimunir og avbjóðingar við verkætlanini. 

Framløgurnar eru á enskum og hava yvirornaða heitið: “Our vision for a sustainable energy system in the Faroe Islands – unlocking one of the world’s most valuable tidal resource”:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder