Hóast hon ikki røkkur á mál sum ætlað við sínum veðurlagspolitikki til tíðina, so verður av álvara arbeitt við at koma við uppskoti um skjótast at minka um útlátið av veðurlagsgassum sigur Ingilín Strøm, landsstýriskvinna við útvarpið hjá KVF.
-Sjálvt uppskotið hvussu vit skulu binda okkum til at minka okkara útlát er kanska ikki so trupult. Men hvussu vit koma í mál við tí er meira trupult. Hyggja vit eftir tí orku- og veðurlagspolitikkinum, sum vit hava í dag, so hevur hann nøkur onnur mál enn tey vit ætla at seta okkum fyri sigur Ingilín Strøm við útvarpið.
-Ì dag hava vit sum mál at minka um útlátið við 30% í 2032. Lurta vit eftir altjóða veðurlagspanelinum og skulu fylgja teimum ásetingunum, sum skulu til fyri at halda okkum undir 1,5 ella 2 hitastigshækkingini, við grundarlag í Paríssáttmálanum, so skulu vit minka um okkara útlát við 45% í 2030. So vit eru í ferð við at gera ein dagførdan orku- og veðurlagspolitik, sum kann gera okkum før fyri at liva upp til tey málini.
-Vit skulu gera okkum greitt, tá vit koma við uppskoti um nýggjan orku- og veðurlagspolitikk, hvørji átøk skulu koma aftrat fyri at røkka málinum um 45% minking í útlátinum. Tað er vónandi nakað, sum kemur í summar sigur landsstýriskvinnan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald