Elframleiðslan kom upp á 457,6 GWt, tað er ein vøkstur á 5,43%. 230 GWt av hesum vóru grøn orka, og tað er met. Gamla metið varð sett í 2022, tá grøna elframleiðslan røkk 226 GWt.
Býtið var 50,3% grøn orka, og 49,7% termisk orka.
Framleiðslan úr olju var 228 GWt í 2023, sum er 9,8% ella 21 GWt fleiri enn í 2022, men tó munandi minni enn í 2021, har termiska orkan var 262 GWt.
Býtið millum ymisku orkukeldurnar var soleiðis: olja smá 50%, vindorka góð 27%, vatnorka 22%, biogass, sólorka og sjóvarfalsorka tilsamans 1%.
Soleiðis sá myndin út í morgun fyri orkuframleiðslu hjá SEV.
Suðuroy
Hyggja vit at Suðuroynni fyri seg kom samlaða elframleiðslan úr grønum orkukeldum upp á 19,5 GWt, sum er ein vøkstur á góð 12% í mun til í fjør, og hetta var 55% av samlaðu elframleiðsluni.
Vindorkan stóð fyri góðum 42%, vatnorkan 12%, olja 45% og sólorkan kom upp á eitt hálvt prosent av samlaðu framleiðsluni.
Í morgun stóð vindorka fyri 100% av elframleiðsluni í Suðri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald