Næsta ár leggur Havstovan um til jarðhita.
Tilsamans 2,5 milliónir krónur eru settar av á fíggjarlógini næsta ár til eina grøna orkuloysn á Havstovuni, og pengarnir skulu brúkast til eina jarðhitaskipan.
– Landsverk hevur kunnað Fiskimálaráðið um, at bygningurin í Nóatúni, har Havstovan heldur til, er sera væl egnaður til at leggja um til varandi orkukeldur. Landsverk mælir til eina jarðhitaskipan, sum væntandi fer at kosta um 2,5 mió. krónur, skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðuna.
Mett verður, at við verandi oljuprísum er íløgan afturgoldin eftir seks-sjey árum.
Fiskimálaráðið skrivar, at ráðið arbeiðir við, at allir stovnarnir undir ráðnum skulu leggja um til varandi orkukeldur. MRCC-støðin hevur jarðhita, og tað sama hevur Veðurstøðin. Fiskimálaráðið og Vørn húsast í leigaðum hølum, sum ikki eru rikin við varandi orkukeldum, men ráðið fer at taka upp samband við útleigaran um skifta til grøna orku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald