Uttanlands

40% av heimsins streymi í 2024 frá varandi orku

Meira enn 40% av heimsins elorku í 2024 stavaðu frá framleiðslu av varandi orku skrivar BBC

2025-04-11 18:39 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað er tankasmiðjan Ember, sum hevur gjørt eina nýggja frágreiðing um orku. Hon sigur,  at meira enn 40% av elorkuframleiðsluni var uttan olju og gass. Hetta er tað mesta síðani 2040, tá orkunýtslan tó var nógv minni. Kortini er útlátið frá fossilum brennievnum hægri enn nakrantíð og stavar hetta frá tí óvanliga heita veðurlagnum í 2024.

Sólorka heldur fram við at vera skjótast vaksandi varandi orkukeldan. Streymur frá sólorkukeldum er tvífaldaður seinastu trý árini. -Sólorka er vorðin motorurin undir altjóða orkuskiftinum sigur Phil Macdonald, stjóri í Ember. Heitari veður varð orsøkin til meirnýtsluna av fossilum brennievnum í 24. Men hetta fer at venda í 25.

Í eini frágreiðing frá evropeiska Copenrnicus var mars í 2025  tann næstheitasti mánaðin nakrantíð. Ember hevur annars mett, at  útlátið frá veðurlagsupphitingini er við at minka. Hetta hevur tó ikki víst seg orsakað av vaksandi eftirspurninginum av streymi.

Kina og India, tvey tey fólkaríkastu londini í heiminum, ganga á odda og standa fyri størsta partinum av sólorkuframleiðsluni, sum tó kortini er ein lutvíst lítil partur av altjóða orkumixinum, sum einans er 7% av altjóða orkuveitingini, ið aftur  svarar til at veita orku til alt India.

Vindorka stendur fyri 8% av streymframleiðsluni, meðan vatnorka stendur fyri 14%, sum merkir, at vatnorka stendur fyri størsta partinum av reinari orku. Kjarnorka stendur fyri 8%, men bæði vatnorka og kjarnorka vaksa nógv seinri enn vindur og sól.

Áhugavert er at síggja, at vøksturin í eftirspurninginum eftir streymi heldur fram við at útkonkurera vøksturin í grønari orku.

Frágreiðingin frá Ember kemur tí til, at hóast vøksturin í streymframleiðslu frá varandi orkukeldum vaks til 40%, so hevði hetta ikki við sær eina minking í útlátinum frá fossilum brennievnum. Sambært Ember vaks nýtslan av streymi í 2024 við 4%. Hetta stóðst av vaksandi nýtslu av “aircondition” orskað av tí heita veðrinum í fjør.

Framleiðslan av fossilum brennievnum mest kol (34%) og gassi (22%) vaks við 1,4%. Seinastu fimm árini hava lond í Asia serliga India og Kina hildið fram við at økja um nýtsluna av fossilum brennievnum til tess at liva upp til skjótt vaksandi eftirspurningin eftir elorku.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder