Tað var amerikanska oljufelagið Phillips Petroleum, sum fann risastóru oljukelduna, ið framhaldandi framleiðir olju og gass í stórum nøgdum. Síðani tá eru tíggjutals fyri ikki at siga hundraðtals olju- og gassfund gjørd á norska landgrunninum. Olju- og gassframleiðslan hava øll hesi árini havt alstóran týdning fyri norska samfelagið, her bæði inntøkur til landskassan og arbeiðspláss, eisini í avleiddum vinnum.
Í sambandi við hetta týðandi hátíðarhaldið verður skipað fyri seminari í Stavanger 11. og 12. desember undir heitinum:
“En 50 år gammel næring: Hva har vi lært så langt? Hvordan kan vi føre erfaringene videre?”
Seminarið verður á Atlantic Hotel í Stavanger og verður sett av Bente Nyland, stjóri í norska oljudirektoratinum.
Tað er samstarvsfelagsskapurin FORCE, sum skipar fyri.
Sí her skránna:
Sí umsóknarblað her:
https://force.registrationsystem.com/fifty-years-since-the-first-commercial-discovery
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald