Innanlands

Afturkalla 40.000 el-Volvobilar

Vandi er fyri at battaríini á tveimum Volvo-sniðum yvirhitast

2026-02-23 17:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Svenski bilaframleiðarin, Volvo, afturkallar nú 40.000 elbilar, skrivar Reuters tíðindastovan. Orsøkin er, at battaríini kunnu ovhitast, verður sagt.

Talan er um Volvosniðini EX30 Single-Motor Extended Range og Twin-Motor Performance.

- Vit seta okkum nú í samband við eigararnar av hesum bilum fyri at vegleiða tey um hvussu farast skal fram, ljóða boðini frá Volvo.

Reuters skrivar, at bilarnir skulu hava nýggj battarí, og at hetta verður gjørt uttan at eigararnir fáa rokning fyri tað.

Til battaríini eru skift, verður heitt á bilaeigararnar um ikki at løða bilarnar longur enn til 70 prosent fyri at sleppa undan vandanum fyri eldsbruna. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder