Innanlands

Altjóða vinddagur uttan vindorku

15. juni er altjóða vinddagur. Kring allan heimin verður dagurin nýttur til at varpa ljós á stóru møguleikarnar at gagnnýta vindorkuna á leið móti eini burðardyggari framtíð.

2025-06-15 17:33 Author image
Jan Müller

    Í Føroyum hava vit gagnnýtt vindorku á elnetinum síðan byrjað varð við royndarverkætlanum seinast í sjeytiárunum. Støðug vindorkuframleiðsla inn á netið byrjaði í 1993 við Nordtank mylluni hjá Sev í Neshaga, og 10 juni í ár rundaðu vit ein terawatt-tíma av vindorku.

    Tað merkir, at síðan 1993 eru nú meira enn 1 millión megawatt-tímar framleiddir inn á netið. Hetta hevur spart okkum 708.391 tons av CO2 og 214.664 tons av olju, svarandi til 30 tangabátar.

    Men í dag er lítil og eingin vindur. Myllurnar kring landið standa stillar, og Sundsverkið og Vágsverkið framleiða størsta partin av streyminum, sum vit nýta.

    Hetta er avbjóðingin. So leingi sum vit ikki fáa goymt vindorkuna, mugu vit dúva upp á aðrar framleiðsluhættir, tá vindurin fer í summarfrí.

    Hetta skrivar SEV á síni heimasíðu og ynskir annars øllum ein góðan altjóða vinddag. 

    Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald