Uttanlands

Amerikanska oljuframleiðslan størri enn russiska og saudiarabiska tilsamans

Komandi seks árini fer amerikanska oljuframleiðslan at hækka so nógv, at hon verður størri enn tann hjá Ruslandi og Saudiarabia tilsamans

2019-01-27 14:14 Author image
Jan Müller
placeholder

 

USA fer innan seks ár at framleiða meira olju enn bæði Rusland og Saudiarabia tilsamans. Hetta heldur Artem Abramov, greinari hjá Rystad Energy sambært Reuters. Hann roknar við, at amerikanska oljuframleiðslan kann vaksa til meira enn 24 mió. tunnur um dagin næstu seks árini. Í dag er framleiðslan 15 mió. tunnur Tølini fevna um øll sløg av olju og gassi.

Til samanberingar framleiddu Russland og Saudiarabia 23 mió. tunnur um dagin í 2018, og heldur greinarin, at henda framleiðslan fer at vera á hesum støðinum eisini í 2015 ella uppaftur minni.

Hóast hesi trý oljustórveldini hava skifst um at liggja á odda í framleiðsluni, so tykist USA nú at hava bestu møguleikarnar fyri at yvirhála hini og kemst hetta serstakliga av tí vaksandi skiferframleiðsluni. Ein høvuðsorsøkin til henda vøkstur eru tøkniligu framstigini, sum eru gjørd og sum hava við sær, at til ber at fáa nógv meira av olju upp úr undirgrundini enn higartil. Tað eru serliga risastórar skifurgoymslur í Permian bassenginum í Texas, sum standa fyri vøkstrinum.

Eisini EIA stovnurin roknar við øktari skiferframleiðslu í USA komandi árini. Orkustovnurin væntar, at framleiðslan fer at koma í hæddina við 14,53 mió. tunnum um dagin í 2031. Longu í næsta ár roknar EIA við, at USA fer at gerast nettoútflytari av olju. Tað einasta, sum kann forða fyri hesum vøkstrinum, er um oljuprísurin fer undir 50 dollarar fyri tunnuna. Tað er tó neyvan sannlíkt, tí metingar siga, at oljuprísurin fer at liggja um 58 dollarar frá 2019 til 2025. Tað hevur tó eisini stóran týdning fyri metingarnar av vaksandi oljuframleiðsluni í USA, at hildið verður fram við at gera munandi størri íløgur í oljuvirksemi komandi árini. Um hetta gerst veruleiki er enn óvist.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder