Talan er um sonevndu "Endangerment finding” frá 2009, sum er grundarlag undir veðurlagslógum og tiltøkum, sum m.a. snúgva seg um útlát frá bilum.
-Henda avgerðin hevði als einki faktuelt grundarlag og heldur ikki løgfrøðiligt grundarlag sigur Donald Trump, forseti sambært tíðindastovuni AFP.
Um somu tíð endurtekur hann sína støðu til, at mannaskaptar veðurlagsbroytingar er eitt “svindilnummar”, sum hann málber seg. Hetta hevur hann endurtikið nakrar ferðir seinasta árið.
-Vit skulu ikki bera ótta fyri tí, tí tað hevur einki við fólkaheilsu at gera, alt var eitt stórt svindilnummar sigur forsetin.
Grønir felagsskapir vilja vera við, at hetta er tað mest víðgongda úttalilsi hjá forsetanum í royndunum at venda veðurlagspolitikkinum bakið.
Avgerðin og úttalilsið hjá Trump hevur fingið øði í guvernørin í California, Gavin Newsom. -Henda avgerðin er við til at stinga amerikanska fólkið í bakið og staðfestir, at republikanski flokkurin tekur undir við dálking.
Við síni avgerð hevur forsetin lagt lok á standardir fyri útlát av vakstrarhúsgassum frá bilum. Kortini verður mett, at málið endar hjá dómstólunum.
Tað var táverandi forsetin Barack Obama, sum í 2009 tók til eftirtektar vísindaliga niðurstøðu og avgerð sum grundarlag fyri fleiri reglum á veðurlagsøkinum.
Tann avgerðin ger greitt, at seks vakstrarhúsgassir, harímillum CO2 og metan, er ein hóttan móti fólkaheilsuni, tí tey eru við til at økja um upphitingina av Jørðini. Roknað verður við, at Trump nú fer at broyta mørkini fyri, hvussu nógv útlát eitt nú kolaorkuverk kunnu hava.
Kelda Ritzau og AFP
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald