So rakti coronavirussið fyrsta oljuarbeiðaran á einum oljupalli. Talan er um ein av manningini á Martin Linge oljufeltinum, sum norska oljufelagið Equinor rekur. Maðurin er tó ikki illa sjúkur upplýsir norska felagið í vikuni.
Felagið hevur samrøður við heilsumyndugleikarnar um, hvussu farast skal fram. Smittaði maðurin hevur verið í isolatión í kamari sínum umborð á oljupallinum síðani 9. mars.
Equinor ger alt tað kann fyri, at smittan ikki skal røkka aðrar oljupallar í Norðsjónum. Enn er ikki avgerð tikin um, antin persónurin skal vera verandi umborð ella fara í land. Maðurin kom umborð á pallin 4. mars, eftir at hava verið í Eysturríki. Pallurin er partur av Martin Linge feltinum, sum er undir gerð og skal takast í brúk seinast í hesum árinum.
Tilsamans 776 arbeiðarar eru umborð á teimum trimum pallunum á Martin Linge feltinum. Equinor er nú farið undir at flyta arbeiðsfólk av pallunum. 40 fóru í land í gjár, og í dag skulu 100 aftrat flytast til lands.
Tað er greitt, at oljupallar eru serstakliga viðbreknir, tá tað snýr seg um eina smittusjúku, nú nógv fólk eru savnað á einum lutvíst lítlum øki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald