HVUSSU KUNNU VIT LÆRA MEIR UM ARKTIS OG AVBJÓÐINGAR FYRI FRAMMAN?
Slíkar spurningar hava ung í Føroyum og øllum Evropa sett sær, tá tey hava luttikið í kappingum, sum Jarðfeingi hevur skipað fyri. Týsdagin 25. juni kl 14 vitja ung á Jarðfeingi og greiða frá úrslitum og upplivingum skrivar Jarðfeingi á síni heimasíðu.
Jarðfeingi hevur skipað fyri EduArctic-kappingum í 2017, 2018 og 2019 fyri skúlum í Føroyum, umframt skúlum í Evropa og um allan heim. Ung hava sent inn verkætlanir, sum á ymsan hátt hava viðgjørt vísindalig evni í arktis og uppskot til nýmenning.
Vinnarar av kappingini 2019 vóru lið úr Katalonia í Spania, Grikkalandi, Belgia og Slovenia. Liðini vunnu eina rannsóknarferð til Føroyar og Norðurnoregs.
Liðið úr Spania (tveir næmingar og ein lærari úr Katalonia) og liðið úr Grikkalandi (ein næmingur og ein lærari) komu til Føroyar hósdagin 20. juni. Høvuðsevnið fyri rannsóknarferðina er vatn, og næmingarnir og lærarar teirra hava nú verið á rannsóknarferðum hjá SEV í Vestmanna, kannað heita vatnið í Kollafirði, kannað vatn á Tindhólmi og trupulleikar av vatni við Bøsdalafoss. Mikudagin fara tey á rannsóknarferð til Svínoyar. Á rannsóknarferðunum hava tey hitt føroyskar skúlanæmingar.
Týsdagin 25.juni kl 14 bjóðar Jarðfeingi til EduArctic-dag á Jarðfeingi, Jóannesar Paturssonargøta 34. Her fara næmingarnir úr Spania, Grikkalandi og Føroyum at greiða frá verkætlanum teirra innan vísindi og nýmenning. Føroyska Yngva Lamhauge, sum luttók í kappingini bæði í 2018 og 2019 fer at greiða frá spælinum “The Arctic Explorer”, sum er ment til eina almenna app á Google Play Store.
Nærri kunning fæst við at venda sær til:
Lis Mortensen, Jarðfeingi, [email protected], tlf 223244
og les meira um verkætlanina her: https://edu-arctic.eu/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald