Innanlands

Atlantic Petroleum 5 mió. kr. í láni

Skal brúka peningin til at tryggja raksturin, til felagið fær framleiðsluinntøkur

2019-07-24 15:33 Author image
Jan Müller
placeholder

Atlantic Petroleum  hevur nú tryggjað sær eitt brúgvalán uppá 5 mió. kr. og standstill avtalur við kreditorarnar. Ætlanin er, at upphæddin skal tryggja raksturin, til felagið fær framleiðsluinntøkur - væntandi í heyst ella vetur. Tá koma inntøkur frá framleiðsluni í Orlando-kelduni, sum Atlantic Petroleum seldi frá í síni tíð. Eftir hetta væntar felagið at fáa ein meira burðardyggan kapitalbygnað, her eisini eina nýskipan av skuldini. Tað upplýsir stjórin í felagnum, Mark Højgaard í eini kunning til børsin.

"Vit síggja fram til at loysa kreditortrupulleikarnar, sum hava tyngt felagið seinastu mánaðirnar og fokusera uppá at fáa størri endurfígging fyri at betra um fíggjarligu støðuna hjá felagnum",  sigur stjórin sambært útlendskar miðlar.

Í morgin 25. juli er eykaaðalfundur í Atlantic Petroleum, har nevndarval er á skránni. Fundurin verður á Hotel Hafnia kl. 10. M.a. er Ben Arabo, fyrrverandi stjóri, skotin upp sum nýggjur nevndarlimur.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder