2020-01-30 12:30
Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum hevur søkt um at verða avlistað í Norra, har felagið hevur eina sekunderaða listing. Høvuðslistingin er í Keypmannahavn, og har verður eingin broyting.
Felagið sigur í tíðindaskrivi, at handilin í Oslo er sera avmarkaður og til ber hjá partaeigarum á børsinum í Oslo at keypa og selja partabrøv í Keypmannahavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald