Føroyska oljufelagið “Atlantic Petroleum” hevði undirskot í 2019 uppá knappar 64 mió. kr. eftir skatt. Fjórði ársfjórðingur var serliga ringur hjá felagnum, tá undirskotið eftir skatt varð góðar 40 mió. kr. Hetta kemur fram í fráboðan frá virðisbrævamarknaðinum.
Sum skilst er høvuðsorsøkin til undirskotið ein roknskaparlig niðurskriving av Orlando feltinum, ið framleiðir minni enn væntað.
Ùtvarp Føroyar endurgevur í vikuni stjóran í felagnum, Mark T. Højgaard, sum vónar, at virksemið í oljufeltinum Orlando kann geva felagnum eitt lyft næsta ár. Hóast framleiðslan frá Orlando hevur verið minni enn roknað við, so væntar Atlantic Petroleum, at 2020 fer at ganga betri til inntøkur.
Felagið hevur annars júst boðað til aðalfundar tann 30. apríl. Tá standa tríggir nevndarlimir fyri vali, Ben Arabo, Kaj Johannesen og Mourits Joensen. Teir taka allir við afturvali. Nevndin situr í eitt ár í senn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald