Nú í nøkur ár hevur nýggj vinna tikið seg upp í londunum kring Norðsjógvin. Hon kemur í kjalarvørrinum á olju- og gassvinnuni, sum hevur verið virkin í skjótt hálvthundrað ár. Nógvar oljugoymslur eru tømdar og skulu oljupallar og aðrar installatiónir riggast av og tilfarið endurnýtast. Hetta verður í altjóða fakmáli nevnt “Decommissioning”.
Hetta hava tey gjørt við sera góðum úrsliti í danska havnabýnum Fredrikshavn. Har hevur amerikanska fyritøkan “Modern American Recycling Services” ment eina avriggingarfyritøku, sum er vorðin ein sera góð forrætning. Fyritøkan meira enn tvífaldaði umsetningin í fjør til yvir 100 mió. kr. og setti eisini yvirskotsmet við einum yvirskoti, sum var hundrað ferðir hægri enn árið fyri. Frá 316.000 kr. til 37 mió. kr.
Fyritøkan, sum eisini er kend undir heitinum M.A.R.S., riggar av og tekur sundur oljupallar, útbúnað av ymsum slag og skip. Hetta verður gjørt í stóru havnini í Fredrikshavn. Kommunan hevur gjørt stórar íløgur í at útbyggja havnina, soleiðis at hon eisini kann hýsa hesi nýggju vinnuni, ið hevur eina bjarta framtíð fyri sær, nú alsamt fleiri gamlir pallar skulu riggast av.
Tilfarið, harav tað mesta er stál, verður endurbrúkt, eitt nú verður tað smeltað.
Nú prísurin á stáli hevur verið sera høgur seinasta árið, til tíðir 100% eyka fyri tonsið, er dentur lagdur á at smelta stálið. Umleið 98% av tilfarinum verður endurbúkt.
Sambært Søfart hava tað eisini verið truplar tíðir hjá fyritøkuni í byrjanini, men seinastu árini hevur tað gingið rætta vegin. Úrslitið er eisini nógv tengt at dollarakursinum sigur Kim Thygesen, stjóri. Hann vísir á, at tað kann vera stutt millum sera góðar tíðir og síðani tíðir, tá tað ikki gevur nógvar pengar. Her hevur prísurin á stáli, sum sveiggjar nógv, alt tað siga.
Hann sigur, at stórur partur av arbeiðinum, kanska eini 80% í løtuni fer til reingerð av nógva tilfarinum. Alt tilfar her eisini rør verður reinsað, áðrenn tað verður víðari viðgjørt. Í løtuni hava tey liggjandi 60.000 tons av tilfari, sum eftir reingerð verður skorið í smærri petti. Umleið 100.000 tons eru ávegis frá oljuleiðum.
Arbeiðsfólkið eru fyri tað mesta ófaklærd og er ikki neyðugt við serligum sveisaracertifikati fyri at skera sundur offshorekonstruktiónir og skip. Arbeiðsmegin kemur fyri tað mesta úr lokaløkinum. Tá mest hevur verið av arbeiði hava 200 fólk verið til arbeiðis hjá fyritøkuni.
Eisini í øðrum norðsjóvarlondum verður niðurtøka ella avrigging av oljuinstallatiónum raðfest høgt, nú so mangir pallar skulu takast úr rakstri. Eitt nú í Norra og Bretlandi.
Frá føroysku frágreiðingini um avrigging av oljupallum. Her annar av høvundunum aftanfyri frágreiðingina, Jan Müller, stjóri í FOÍB á vitjan í Fredrikshavn.
Eisini í Føroyum er avrigging av oljuvinnuni komin á breddan. Sjóvinnufelagið heitti fyri eini tíð síðani á FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólk um at gera eina kanning av hesi nýggju vinnuni fyri at vita, um hetta kundi verið ein framtíðar vinnumøguleiki í Føroyum eisini.
Úr frágreiðingini um møguleikar fyri avrigging í Føroyum, her stórur pallur tikin upp á land í Hetlandi.
Herfyri lat FOÍB lidnu frágreiðingina til Sjóvinnufelagið, har gjørdar verða fleiri niðurstøður við ráðum um, hvørjir møguleikarnir eru fyri slíkari vinnu í Føroyum. Vinnuframi stuðlaði verkætlanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald