Avstralska oljufelagið “Spark Exporation”, sum eigur fleiri leitiloyvi á Atlantsmótinum, miðskeiðis millum Hetland og Føroyar, er nú farið at leita eftir partnarum at keypa partar av loyvunum, til tess at kunna fara undir at bora brunnar í einum øki, ið er mett at goyma eina mia. tunnur av olju. Fyri at kunna hetta mugu fleiri vera við til at bera kostnaðin av eini boring.
Talan er um eina leið, sum liggur millum tvær stórar oljukeldur, onnur er oljurisin Clair, sum liggur beint norðanfyri og hin er Lancaster oljukeldan, sum liggur longur syðri. (Sí kort) Tvær keldur, ið báðar framleiða olju í dag.
“Fractured Basement”
Ætlanin er at fáa samstarv við onnur oljufeløg longu í fyrru helvt av hesum árinum. Stjórin í Spark, Matt Szedzicki, sigur við Energy Voice heimasíðuna, at roynt verður at fáa okkurt av teimum stóru oljufeløgunum at “farma” inn í tess loyvi fyri harvið betur at kunna tryggja sær eina menningartilgongd. Hann visir á, at áhugin fyri at samstarvi er stórur og eru tað serstakliga feløg, sum fylgja væl við gongdini á Lancasterleiðini nærhendis, ið vísa áhuga. Lancaster er tann fyrsta keldan vestan fyri Hetland, sum er farin undir nýggja slagið av framleiðslu, sum verður nevnt “Fractured Basement”, har oljan liggur goymd í sjálvum grundfjallinum. Roknað verður við, at júst henda jarðfrøðin heldur fram norðureftir á loyvum hjá Spark Exploration.
“Vit eru vísir í at hava funnið rætta staðið at seta borin í og leggja nú til rættis eina leitiboring í økinum,” sigur Matt Szedzicki." Nú er bara eftir at finna tann rætta partnaran, soleiðis at borurin sum skjótast kann setast í.
Spark hevur høvuðsskrivstovu í Perth í Avstralia og lat upp deild í Bretlandi í 2017. Tað fekk longu fleiri leitiloyvi í 30. útbjóðingini á bretska landgrunninum. Felagið hevur so valt at varpa ljós á øki á Atlantsmótinum, eins og fleiri onnur oljufeløg hava gjørt hesi seinastu árini. Íblásturin kom frá væleydnaðu boringunum á Lancaster oljuleiðini beint sunnanfyri, sum oljufelagið Hurricane Energy stendur á odda fyri og sum stórur spenningur er um í oljuheiminum, nú hetta er nýtt slag av framleiðslu. Felagið miðjar eftir at økja um framleiðsluna við at knýta aðrar keldur nærhendis uppí Lancaster “hubbin”.
Bader leitimiðið høvuðsmálið
Høvuðs leitimiðið hjá Spark Exploraion er “Bader”, sum liggur beint norðan fyri Lancaster kelduna. So hetta verður eftir øllum at døma tað, sum farið verður eftir at kanna. Bader verður mett at goyma millum 676 mió. og 1,28 mia. tunnur av olju. Eitt annað leitimið, Buzz, liggur tætt við risakelduna Clair, sum er sjálvur juvelurin í krúnuni í oljuframleiðsluni sum heild á Atlantsmótinum, og sum BP stendur á odda fyri.
Spark miðjar annars móti at økja sítt virksemi bæði í Aberdeen og London og metir seg standa sterkt á Atlantmótinum, nú tveir av tess tøkniligu stjórum nettupp hava arbeitt við økinum vestan fyri Hetland hjá ávikavist Enterprice og Faroe Petroleum. Sparkstjórin vísir annars til tað, sum íløgufelagið “BMO Capital Markets”, sigur um leitimiðið Bader:
“Tað kann vera eitt framhald av somu jarðfrøði, sum er grundarlag fyri oljugoymslum í bæði Lancaster og Halifax keldunum nærhendis. Tað er 64% møguleiki fyri at gera eitt lønandi fund her.”
Samanber við skiferævintýrið
Vónirnar til hetta stóra og nýggja økið eru stórar tó at tað var eitt afturstig, at brunnar boraðir av “Spirit Energy” í Warwick grannalagnum, ikki góvu tað úrslit, sum man hevði vónað. Spark stjórin heldur, at um nýggi “Fractured basement” framleiðsluhátturin fer at eydnast, so kann talan gerast um eitt nýtt oljuævintýr her eins og skiferævintýrið í USA.
“Í USA var skifurframleiðsla eitt ljótt orð í byrjanini, áðrenn man fann fram til, hvussu tað skuldi fáast upp úr undirgrundini - til stóru oljufeløgini tóku um endan, og tað gjørdist ein spildurnýggjur møguleiki, ein “game-changer”, sigur stjórin í Spark og leggur aftrat, at hann tó ikki kann siga við vissu nú, um hetta sama fer at henda við “fractured basement” vestan fyri Hetland. Men møguleikin er so har. Hóast tað tók “a lot of wells to crack the formula on shale,” so vónar Matt Szwedicki, at arbeiðið, sum Hurricane longu hevur gjørt og sum er grundarlagið undir fyrstu framleiðsluni á Atlantsmótinum av hesum slag, eisini kann vera grundarlag fyri framtíðar menning í teirra øki.
Spark stjórin sigur at enda í samrøðuni, at ein orsøk til, at feløg enn ikki hava tikið av tilboðnum at keypa seg inn í teirra loyvi, kann vera tann, at feløgini hava havt so nógv um at vera í sambandi við seinastu 32. útbjóðingina, og at feløg so sum Siccar Point og Spirit Energy hava staðið til sølu umframt annað, sum hevur gjørt, at stundir hava ikki verið eisini at arbeiða við teirra loyvum. Vónin er, at hetta fer at broyta seg, nú útbjóðingin er liðug.
Til hetta kann nevnast, at hetta sama kann eisini vera ein av orsøkunum til, at eingin umsókn var í 5. útbjóðingini við Føroyar. At feløgini hava verið so upptikin av 32. útbjóðingini, at tey hava ikki tikist við annað. Og eins og Spark stjórin vónar, at gongdin fer at venda, so kunnu vit í Føroyum vóna tað sama.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald