Andmælingarnir róstu bæði ritgerð, framløgu og forstáilsi fyri evninum. Teir metti hetta arbeiðið vera umfatandi, málrættað og samanhangandi. Eisini mettu teir, at niðurstøðurnar frá hesi verkætlanini sannlíkt koma at leiða til fleiri kanningar av møguleikunum at gagnnýta alduorku í Føroyum.
Bárður Joensen hevur arbeitt við verkætlanini "Wave energy conversion in the Faroe Islands"á LBF og á DTU, har hann hevur verið innskrivaður til ph.d.-lestur. Eisini hevur hann samstarvað við Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum.
Talan er um eina vinnu ph.d.-verkætlan, sum Granskingarráðið hevur stuðlað við fígging frá Minningargrunninum fyri Dánjal Niclasen.
Høvuðsvegleiðari hevur verið Harry B. Bingham, professari.
Hjávegleiðarar hava verið Bárdur A. Niclasen, lektari á Náttúruvísidnadeildini, seinni leiðari á Veðurstovu Føroya og Jan Odmarsson, leiðandi verkfrøðingur á LBF.
Andmælingarnir vóru
Yanlin Shao, lektari á DTU Construct.
Claes Eskilsson, lektari á Aalborg Universitet
Guillaume Ducrozet, lektari á Ecole Centrale de Nantes í Fraklandi
Formaður fyri verjuna var Robert Read, seniorgranskari á DTU Construct.
Kelda: Gransking.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald