Articon hevði lægsta boð upp á byggiarbeiðið, meðan MR-El hevði lægsta boð upp á elarbeiðið og Tangavirkið vann útboðið upp á HVS-arbeiðið.
Arbeiðið at byggja battaríhøll, sum skal hýsa nýggju battarískipanini og synkronkompensatorinum, sum kemur afturat, byrjar í næstum og væntast liðugt í juni 2026, og kostnaðurin er 24,7 mió. kr.
Tøkniliga útgerðin, t.e. battarískipan á 18MW, synkronkompensator, transformarar og 10kV anlegg er bílagt, og tá byggiarbeiðið er liðugt, væntandi í juni komandi ár, kann arbeiðið við at seta tøkniligu útgerðina upp og til byrja.
Eftir ætlan verður klárt at royndarkoyra á heysti 2026 og klárt at seta í rakstur um ársskiftið 2026/27. Samlaði kostnaðurin væntast at verða 127 mió. kr.
“Hetta er eitt stórt stig á leiðini at fáa enn meira burtur úr vindorkuni í meginøkinum”, sigur Haraldur S. Hammer, nevndarformaður í Sev.
“Vit hava góðar royndir úr Suðuroy, har tað í fjør bar til at koyra 100% við vindorku og battaríum á elnetinum í tilsamans 110 samdøgur, og málið hjá okkum er at kunna gera tað sama í meginøkinum í 2027. Tvs. koyra við 100% vindorku á elnetinum í tíðarskeiðum, tá nóg mikið av vindi er tøkt”.
Torbjørn Jacobsen, formaður í bygginevndini hjá Sev skrivaði undir sáttmálarnar.
Fyri Tangavirkið skrivaði Palli Mortensen, nevndarlimur í Tangavirkinum, undir.
Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, skrivaðu undir vegna Articon.
SNA hevur staðið fyri projekteringsarbeiði og arkitektaarbeiðnum, SMJ hevur staðið fyri bruna, hvs og el, meðan LBF hevur havt lendi og berandi konstruktiónir um hendi.
Kelda: SEV
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald