Innanlands

Ben Arabo nýggjur oddafiskur í Atlantic Petroleum

Eykaaðalfundur verður 25. juli, tá m.a. Ben Arabo stendur í uppskoti til nevndina

2019-07-03 13:53 Author image
Jan Müller
placeholder

Oljufelagið Atlantic Petroleum vil hava fyrrverandi stjóran Ben Arabo aftur í leiðsluna í felagnum. Hann er skotin upp sum nýggjur nevndarlimur í felagnum. Eykaaðalfundur verður í Havn 25. juli. Umframt Ben Arabo standa Charles Hendry og Yves Francois Paletta í uppskoti til nevndina.  Mælt verður til at velja hesar tríggjar í nevndina. Úr nevndini fer danski formaðurin Henrik Olesen.

Ben Arabo hevur drúgvar royndir í felagnum, har hann í mong ár var stjóri.

 

 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder