Eftir drúgvar samráðingar og ósemju í ES um eitt uppskot, sum skal banna sølu av nýggjum bensin- og dieselbilum frá 2035, eru limalondini loksins komin ásamt um at seta í verk bann móti sølu av bilum við vanligum brennimotorum. Hetta gjørdist greitt í dag, eftir at Týskland sum tað seinasta landið í ES kundi taka undir við uppskotinum, men tó við ymsum undantøkum. Við hesi avgerðini ynskir ES at liva upp til krøvini at minka um CO2 útlátið frá eitt nú persónsbilum og vøruvognum.
ES er gingið við til týska kravið, sum eisini hevur verið stuðlað av Italia, ið loyvir brennimoturum, sum brúka syntetisk brennievni.
Týskaland hevur nú í fleiri ár verið hart ímóti at góðtaka uppskot um at banna brennimotorum nú landið hevur ein sera stóran bilídnað. Við hesi avtaluni fer tað kortini at verða loyvt at selja bilar við motorum, sum verða riknir av sonevndum “e-fuels”, sum eru syntetisk brennievni.
ES fer á fundi í morgin at taka endaliga støðu til uppskotið veit NRK at siga frá. ES arbeiðir eisini við eini ætlan at banna dieselbussum.
Við hesum uppskotinum miðjar ES móti at gerast heimsins fyrsti klimaneutrali heimspartur í 2050.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald