2022-10-21 13:55
Eftir at prísurin á bensini fór upp á 14,20 krónur liturin mánadagin, er hann í dag lækkaður við 31 oyrum, niður á 13,89 krónur.
Hinvegin er prísurin á diesel hækkaður við 19 oyrum. Úr 13,30 upp í 13,49 krónur fyri liturin.
Prísurin á gassolju er eisini hækkaður. 1000 litrar av gassolju kostaðu mánadagin 12.563 krónur, og kosta í dag 12.750 krónur.
Seinastu tíðina eru prísirnir hækkaðir støðugt. Enn hevur Magn ikki broytt sínar prísir. Har kostar ein litur av bensini framvegis 14,20 krónur liturin og diesel 13,30 krónur liturin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald