2022-10-07 07:02
Seinastu tíðina hava ódnir leikað í í mongum londum, eitt nú í amerikanska statinum Florida, har skaðarnir eftir ódnina Ian hava verið sera ógvusligar við mongum deyðum.
Undir vitjanini í Florida segði Biden, at vit eiga at taka veðurlagsbroytingarnar í størri álvara, nú vit eru vitni til fleiri og meira ógvusligar ódnir.
-Tað eg síggi her í Florida eigur at fáa okkum øll at ásanna, at veðurlagsbroytingarnar eru veruligar og alt kjak um nakað annað eigur at steðga.
Meira enn 100 fólk hava latið lív og 400.000 húsarhald hava verið uttan streym.
Biden hitti guvernørin í Florida DeSantis, sum fleiri ferðir hevur vent kjakinum um veðurlagsbroytingar bakið. Møguleiki er fyri, at teir báðir fara at stilla upp til forsetavalið í 2024.
Kring heimin hava ógvusligar náttúruvanlukkur orsakað av veðurlagsbroytingum rakt fleiri lond, eitt nú Pakistan, sum eitt skifti var sera hart rakt av vatnflóð. Meira enn ein triðingur av landinum stóð undir í vatni eftir herviligar ódnir og glopraregn. Tá heitti ST aðalskrivarin, Guterrres á heimsins lond um at taka verðurlagsbroytingarnar í størsta álvara og gera sítt til at steðga útlátinum av vakstrarhúsgassum so sum CO2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald