Uttanlands

Biden í Saudi Arabia: Vil hava Opec at hækka framleiðsluna

Oljuprísurin helt fram at lækka í gjár til  95 dollarar fyri tunnuna, sum er tað lægsta síðani russisku innrásina í Ukraina í februar. Í dag er hann hækkaður aftur til góðar 99 dollarar. 

2022-07-15 12:49 Author image
Jan Müller
placeholder

Fyrstu ferð siðani innrásinina í Ukraina 24. februar er oljuprísurin farin undir 95 dollarar. Í gjár var hann eitt skifti 94,50 dollarar. Tað er fyrst er fremst óttin fyri eini ressesión, búskaparligum hóttafalli og afturgongd í heimsbúskapinum, sum er orsøkin til príslækkingina skrivar The Financial Times. Eisini verður roknað við minkandi eftirspurningi. Lækkingin í gjár var uppá 5 dollarar. Síðani er hann hækkaður aftur við góðum 3 dollarum. Men er framvegis niðanfyri 100 dollara markið. 

[object Object]

Avgerðin hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin at gera innrás í Ukraina fyri skjótt fimm mánaðum síðani og eftirfylgjandi sanktiónirnar móti Russlandi settu veruliga ferð á oljuprísin, sum eitt skifti var heilt uppi á 130 dollarum fyri tunnuna. Eisini avgerðin hjá amerikanska tjóðbankanum at hækka rentuna eins og vaksandi amerikonsku oljugoymslurnar hava havt ávirkan á, at oljuprísurin er lækkaður við umleið einum triðingi síðani miðjan juni. Ótti er fyri,  at afturgongdin fer at steðga vøkstrinum. Hon ávirkar eisini aðrar vørur so sum kopar og jarn, hvørs prísurin er lækkaður við einum triðingi. 

Roknað verður við at vitjanin hjá amerikanska forsetanum Joe Biden í Saudi Arabia í dag kann ávirka støðuna á orkumarknaðinum, Hann skal hitta Mohammed bin Salman prins og fer at heita á hann um at økja um framleiðsluna av olju fyri at lækka oljuprísin enn meira. Undirtøkan fyri Biden hevur ongantíð verið so lág og kunnu lægri oljuprísir her serstakliga á bensini og diesel til metstóru amerikonsku bilparkina broyta hetta. Sum støðan er vorðin í USA, so eru bilførar farnir at lata bilarnar standa.

Álvarsliga støðan annars á orkumarknaðinum hevur fingið stjóran í einum av heimsins størstu orkufeløgum, Shell, at ávara um avleiðingarnar, sum ein harður vetur kann fáa fyri Vesturheimin, og at tað kann vera neyðugt at seta avmarkingar í orkunýtsluni í verk. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder