Uttanlands

Biden stjórnin góðkennir oljuverkætlan í Alaska

Fyrisitingin hjá amerikanska forsetanum Joe Biden hevur júst givið grønt ljós til eina risastóra oljuverkætlan í Alaska

2023-03-14 09:04 Author image
Jan Müller
placeholder

Talan er um eina nýggja og stóra oljuleið, nevnd Willow, og sum oljufelagið ConocoPhillips stendur fyri. Góðkenningin av Willow hevur verið ávegis men higartil hevur stjórnin verið í iva vegna útlátið, sum verður, tá framleiðslan fer í gongd.

Oljuleiðin liggur i tí umstrídda náttúruøkinum “National Petroleum Reserve-Alaska” og fer felagið eftir góðkenningina undir at bora fleiri  brunnar. Samlaða boriverkætlanin er mett at kosta 7 mia. dollarar og fer at økja um orkuframleiðsluna í Alaska við 180.000 tunnum um dagin. 

Umhvørvisfelagsskapir, sum hava roynt at forða fyri góðkenningini, eru alt annað enn fegnir um avgerðina hjá Biden stjórnini.  Teir vísa á, at avgerðin stríðir heilt ímóti royndunum hjá sama forseta at steðga veðurlagsbroytingunum.

Hinvegin verður avgerðin heilsað vælkomin av bæði vinnuni og nærum allari tí politisku skipanini í statinum. Hon sigur, at verkætlanin fer at skapa hundraðtals nýggj arbeiðspláss og styrkja fíggjarligu støðuna í øllum statinum. Eisini upprunafólkið í Alaska hevur tikið undir við verkætlanini, sum fer at skapa menning. Staturin Alaska hevur nógv brúk fyri peninginum frá oljuframleiðsluni, sum er minkað nógv síðani hon var í hæddini í 80-unum.

Leiðandi politikarar úr báðum flokkum taka væl ímóti avgerðini og siga, at Alaska kann ikki einsamælt átaka sær byrðuna og ábyrgdina av at loysa spurningin um altjóða upphitingina.

[object Object]

Tað er annars málið hjá Biden forseta at gera USA minni heft at olju og gassi og ístaðin leggja um til grøna orku og  harvið eisini at forða fyri príshækkingum.

Verkætlanin hjá ConocoPhillips er sera umfevnandi og fevnir um trý ymisk boristøð, infrastruktur, rørleiðingar, vegir og sjey brýr. Kortini hevur umsitingin álagt felagnum at gera fleiri avmarkingar í upprunaligu ætlanini. 

Um somu tíð, sum henda avgerðin er tikin, hevur Biden umsitingin gjørt av at nokta fyri nýggjum útbjóðingum í økjum, sum liggja í havøkjum í Arktis. Tað merkir, at tað fer ikki at bera til at leita eftir olju og gassi í Beufort havinum eins og í Arktiska havinum. Samtíðis verða øki á landi vard móti framtíðar oljuvirksemi. Hetta verður gjørt fyri at velja ríka djóralívið har um leiðis.

[object Object]

Umhvørvisfólk finnast at Biden stjórnini og siga, at hon við hesum avgerðum roynir at ríða á tveimum hestum í spurninginum um verðurlagsbroytingarnar.

-Tað er meiningsleyst at ganga inn fyri reinari orku, um tú samtíðis loyvir fyritøkum at dálka sum teimum hóvar sigur stjórin fyri Food and Water Watch. Grønir felagsskapir hava longu gjørt greitt, at teir fara at stevna statinum í rættin.

Stjórin í ConocoPhillips Ryan Lance sigur í eini viðmerking, at hetta er rætta avgerðin fyri Alaska og fyri tjóðina. Hann vísir annars til, at felagið er longu farið undir at avmarka verkætlanina, sum er eitt krav frá myndugleikunum.

Kelda: Artic Today og Reuters

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder