Uttanlands

Biden: USA skal dúva meira uppá havvindorku

Nú tað gongur striltið hjá amerikanska forsetanum at fáa Kongressina at samtykkja veðurlagstiltøk, skal USA av álvara til at byggja út havvindorkuna

Joe Biden forseti vil nú av álvara seta ferð á vindorkuútbyggingar til havs

Joe Biden forseti vil nú av álvara seta ferð á vindorkuútbyggingar til havs

2022-07-21 16:56 Author image
Jan Müller
placeholder

Sum størsti úrleiðari av CO2 í heiminum roynir Joe Biden stjórnin at ganga á odda at minka um útlátið, men hetta er eingin løtt uppgáva, nú meiriluti ikki fæst fyri tiltøkum í Kongressini, sum kunnu vera partur av royndunum at steðga hitabroytingunum. Eitt av vallyftunum hjá Biden var júst at venda gongdini, eftir at táverandi forsetin Trump als ikki vildi hoyra talan um at seta í gildi lógir, sum kundu forða orkufyritøkum í teirra virksemi. 

Hóast demokratarnir hava meiriluta í Kongressini, nú varaforsetin er vorðin tungan á vágskálini, so setir demokratiski senatorurin úr West Virginia, Joe Manchin kíla í, hvørja ferð lógaruppskot til veðurlagstiltøk koma fyri í Kongressini. Sjálvur kemur hann úr einum kolaframleiðandi stati og ljóðar, at hann eisini sjálvur hevur áhugamál innan kolaídnaðin. At fáa republikanarar at taka undir við veðurlagsuppskotum er eftir øllum at døma ómøguligt. 

Nú Biden rennir seg í eina forðing fyri og aðra eftir í lóggevandi tinginum, hóttir hann við at taka sakina í egnar hendur gjøgnum løgskipan, sum forsetin hevur heimild til við at skriva undir boðanarbræv. Hetta var nakað, sum táverandi forsetin Trump brúkti eitthvørt høvi til, tá hann ikki fekk undirtøku í Kongressini. Nú sær Biden ongan annan møguleika enn at fara henda vegin og seta í verk fyriskipanir, sum kunnu skunda undir grøna orkuskiftið, sum so aftur skal tryggja, at USA telist millum tey lond í heiminum, sum veruliga vilja steðga útlátinum av CO2. 

[object Object]

Eitt av tiltøkunum er at gera stórar íløgur í havvindorku, nakað, sum er kent í nógvum londum í Evropa eitt nú um okkara leiðir. Fyri fyrstu ferð fer hann  at lata upp fyri havvindorkuætlanum í Meksikanska Flógvanum, har tað annars íðir við olju- og gasspallum. Eisini hevur Biden í kvittanum at lata øki í Atlantshavinum út fyri statunum Florida, Georgia, Norður og Suðurcarolina upp fyri havvindlundum.  Hetta skriva Bloomberg News. 

-Vit vilja tryggja, at høvini standa opin fyri framtíðar reinari orku segði forsetin í røðu í vikuni. Hann hevur sum mál at økja um framleiðsluna av havvindorku uppá 30 GW í 2030. 

Biden segði annars í morgun við amerikanska miðlar, at nógvi og høgi hitin í USA, sum rakar 100 mió. fólk kring landið, eru eitt tekin um veðurlagsbroytingarnar, og tí má USA taka tær í størsta álvara og seta í verk tiltøk. 

Forsetin er annars eins og nógvir aðrir stjórnarleiðarar kring heimin, sum vilja taka stig til grøna orkuskiftið, í teirra støðu, at hann hevur eisini tørv á olju og gassi at nøkta orkueftirspurningin, nú orkuskiftið tekur tíð.

Joe Biden heitti annars undir vitjan í Saudi Arabia nú um dagarnar á landið um at økja um oljuframleiðsluna fyri at fáa prísirnar við bensinpumpurnar í USA niður á eitt lægri støði, men hann kom heimaftur uttan nakað lyfti frá saudiska prinsinum. Hesin vísir á, at bara eitt samt Opec+ kann hækka oljuframleiðsluna meira enn higartil avtalað. 

[object Object]


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder