Uttanlands

Biden vil steðga hægri bensinprísum

Fer at lata 15 mió. tunnur av olju eykagoymslunum

2022-10-19 22:13 Author image
Jan Müller
placeholder

Amerikanski forsetin Joe Biden kunnger í kvøld, at hann fer at skriva undir ein hjálparpakka til amerikanska fólkið. Hesin hevur m.a. til endamál at steðga príshækkingunum á bensini fyri harvið at gera tað lættari hjá vanliga amerikanaranum at kunna fara til arbeiðis.

Forsetin hevur givið boð um at lata upp fyri eyka oljugoymslunum og koyra 15 mió. tunnur út á marknaðin í næstum. Hesar skulu so forða fyri, at bensinprísurin heldur fram við at vaksa.

Longu nú er bensinprísurin so mikið høkur, at hann ger ilt hjá vanligum húsarhaldum. Her er serstakliga talan um tey, sum skulu koyra til arbeiðis ella fara við børnunum í barnagarð. Kollektiva ferðslan í USA er alt ov vánalig sammeta vit við hana í Evropa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder