Uttanlands

Biden vil strika avgjald á bensin og diesel

Amerikanski forsetin hevur heitt á Kongressina um at strika avgjaldið á bensin og diesel í tríggjar mánaðir fyri at lætta um hjá familjum

Amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: EPA)

2022-06-23 08:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Joe Biden hevur heitt á Kongressina um at strika landsumfatandi avgjaldið á bensin og diesel í tríggjar mánaðir – til og við september.

Amerikanarar uppliva í løtuni hægstu inflasjónina í fýra áratíggju, og hetta skal lækka tann annars vaksandi prísin á brennievni og hjálpa amerikonskum bilførarum.

Í løtuni er avgjaldið á bensin 18 cent per gallon (uml. 3,8 litrar), meðan tað er 24 cent per gallon av diesel. Hetta svarar til eitt avgjald á ávikavíst 33 og 44 oyru per litur.

Miðalprísurin er uml. fimm dollarar per gallon, sum er óvanliga høgt hjá amerikanarum.

Tað er serliga kríggið í Ukraina og revsitiltøkini hjá vesturheiminum, sum eru orsøk til prísvøksturin, og í røðu, sum amerikanski forsetin helt mikudagin, vísti hann á, at prísirnir eru vorðnir nærum tveir dollarar dýrari, síðan Russlandi gjørdi innrás í Ukraina síðst í februar.

Joe Biden segði, at hann er greiður yvir, at tað at strika avgjaldið í tríggjar mánaðir ikki loysir trupulleikan, men tað er nakað, sum fer at lætta um hjá familjum fyribils.

Eisini heitti hann á einstakar statir um at strika teirra egnu avgjøld í sama tíðarskeiði. Eitt nú New York og Connecticut hava longu gjørt hetta, men enn mangla yvir 40 statir at gera tað sama.

Sambært Ritzau sær tó ikki út til at vera politisk undirtøka fyri hesum uppskotinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder