Innanlands

Bíðitíð eftir heimaløðistøð

SEV bílagt heimaløðistøðir frá øðrum veitara

2025-03-09 21:11 Author image
Jan Müller
placeholder

Í løtuni kann roknast við bíðitíð eftir nýggjari heimaløðistøð til elbilin. Orsøkin er, at fasti veitarin hjá Sev, sum er Etrel, hevur skift eigara, sum hevur avgjørt at niðurlaga alt virksemi í Evropa og at siga upp allar samstarvsavtalur. 

Innleggingardeildin hjá Sev arbeiðir við at finna nýggja góða og varandi loysn, og hevur harumframt bílagt heimaløðistøðir frá øðrum veitara. Roknast kann tó við eini bíðitíð á 2-3 vikur.

Kelda: SEV

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder