2023-12-05 11:38
Talan er ta størstu verkætlanina í Evropa í royndunum at framleiða grøn brennievni til skipaferðsluna. Tað snýr seg um at framleiða grønt metanol frá 2025 og skal virkið framleiða 55.000 tons av e-methanol til skipaferðsluna um árið. Umframt Microsoft grundleggjaran Bill Gates hava ES nevndin og evropeiski íløgubankin avgjørt at stuðla verkætlanini.
Verksmiðjan skal byggjast í Ørnsøldsvik í norðursvøríki. Hon verður tann fyrsta í røðini av Power-to-X verkætlanum í Evropa, hvørs endamál er at veita grøn brennievni til skipaferðsluna. Grønu brennievnini skulu avloysa diesel, sum fyrst og fremst verða brúkt av stórum konteynaraskipum. Hesi eru ov stór til at verða elektrifiserað, og tí er umráðandi at finna røttu grønu brennievnini. Skipaferðslan í heiminum stendur í dag fyri 3% av útlátinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald