placeholder
Innanlands

Bora nú á Rosebank eystan fyri Føroyar

Eftir umvæling av pallinum hevur Deepsea Atlantic nú sett borin í undirgrundina á Rosebank leiðini við Føroyar

Boripallurin Deepsea Atlantic borar nú eystan fyri Føroyar

Boripallurin Deepsea Atlantic borar nú eystan fyri Føroyar

2026-08-04 16:20 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta merkir, at nú verður full ferð sett á verkætlanina at útbyggja stóru Rosebank leiðina eystan fyri Føroyar. Frammanundan er risastóra framleiðsluskipið Petrojarl Rosebank komið á leiðina, har tað skal liggja og framleiða í 25 ár. Adura, sum stendur fyri verkætlanini, sigur nú, at orsakað av umvælingini av boripallinum, verður verkætlanin seinkað nakað. Ætlanin var at  byrja framleiðsluna móti enda av 2026. Nú er hetta broytt til byrjanina av 2027.

[object Object]
Risastóra framleiðsluskipið Petrojarl Rosebank liggur nú eystan fyri Føroyar og fer at vera har komandi 25 árini. 

Pallurin Deepsea Atlantic skal bora sjey brunnar komandi vikurnar og koma teir at geva eigarunum eina uppaftur betri fatan av, hvussu løgini í undirgrundini liggja og harvið eisini, hvar mesta oljan finst.

Hesar boringar kunnu eisini geva eina betri fatan av, hvussu løgini millum Rosebank og føroyska markið síggja út. Slík vitan kann so aftur koma at gagna leiting við føroyska markið og tvørtur um markið inn á føroyskt øki. 

[object Object]

Serfrøðingar hjá Jarðfeingi hava við síni seinastu gransking av undirgrundini við markið og á markinum kunnað staðfest, at góðir møguleikar eru at finna olju og gass í hesum økinum. 

[object Object]

Í løtuni bíðar bretska stjórnin eftir úrslitinum av eini hoyring um Rosebank, har almenningurin og her eisini føroyskir myndugleikar kunnu luttaka og siga frá, hvønn týdning endaligt loyvi til framleiðslu á Rosebank kann hava eisini fyri Føroyar og fyri samvinnu millum Føroyar og Bretland í framtíðini.

Hoyringin endar 17. august og verður spennandi at frætta, um eisini myndugleikar í Føroyum fara at siga sína hugsan. 

[object Object]
[object Object]
Jarðfeingi luttók herfyri á stórari oljumessu í Aberdeen. Har vístu tey á nýggjastu granskingina, sum vísir fleiri "leads" tvs. øki í undirgrundini, sum verða mett at kunna goyma olju og gass. Fleiri av hesum liggja eisini á sjálvum markinum og ikki so langt frá teimum báðum stóru oljukeldunum á bretskum øki, Rosebank og Cambo

Undir viðgerðini av løgmansrøðuni hava fleiri røðarar mælt til størri samstarv við Bretland og kann spurningurin um oljuframleiðslu og leiting á leiðunum við Føroyar og inn í bretskt øki gerast ein týðandi partur av einum framtíðar samstarvi millum Føroyar og Bretland.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder