Heimsins størsti boripallur ”Ocean Greatwhite” borar júst í hesum døgum einans 3-5 kilometrar frá miðlinjumarkinum millum Føroyar og Bretland. Stórar vónir eru nevniliga um at finna olju og gass í undirgrundini á marknaleiðini millum londini. Higartil eru annars stórar nøgdir av kolvetnum funnar í hesum umhvørvinum.
Nú vilja oljufeløgini fegin vita meira um, hvat eisini undirgrundin í grannalagnum goymir. Og til at standa fyri hesi krevjandi uppgávu, á góðum 1100 metra dýpi í Hetlandsrennuni, hevur oljufelagið Siccar Point Energy valt heimsins størsta boripall, sum upprunaliga varð bygdur til at standa fyri eini umfevnandi boriverkætlan á djúpum vatni út fyri Australia, sum tó bleiv av ongum. Pallurin varð ístaðin fluttur longu leiðina í Atlantshav at standa fyri fleiri boringum millum Hetland og Føroyar. Her hevur hann so fyri stuttum sett á at bora fyrsta brunnin á Blackrock leitimiðinum tætt við markið.
Føroyar liggja sera væl fyri at skipa fyri manningarskifti hjá frálandsskipum, sum arbeiða við markið. Her fara útlendingar umborð á Esvagt Contender, ið liggur á Havnini.
Skjótari og lættari at koma til Føroya
So mikið nær Føroyum verður nú borað, at føroyski skiparin á danska frálandsskipinum, Esvagt Contender, sum er standby hjá boripallinum, í vikuni gjørdi av at sigla til Føroya fyri at skifta manning. Frálandsskip, sum annars arbeiða vestan fyri Hetland, velja oftast at fara í skotska havn at skifta manning, men nú boripallurin arbeiðir so tætt við markið, er tað bæði skjótari og lættari at leggja leiðina í føroyska havn.
Vit síggja siglingarleiðina hjá Esvagt Contender úr Føroyum til boripallin.
”So leingi tað ikki er nakað krav um at leggja inn í ávísa havn at skifta manning, so hava vit valt ta skjótastu og eftir mínum tykkum bestu leiðina, nevniliga at fara til Føroya,” sigur skiparin, skopuningurin Ragnheðin Ryggstein. Her eru góðir gistingarmøguleikar og flogsambandið við umheimin er sera gott. Hann dylur ikki fyri, at komandi manningarskift fara eisini at verða gjørd í Føroyum.
Borað verður úti í Hetlandsrennuni á miðlinjumarkinum millum Hetland og Føroyar.
Uppgávan hjá Esvagt Contender er at vera standby hjá boripallinum. Tvs. at teir standa fyri trygdini, um okkurt óhapp skuldi tikið seg upp so sum at onkur datt á sjógv, eldur kom í ella onnur óhapp.
West Hercules boraði nærhendis í fjør
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Esvagt Contender hevur slíka uppgávu í sambandi við eina boring við markið. Í fjør stóðu teir eisini fyri trygdini hjá enn ein stórum boripalli, West Hercules, sum boraði á Cambo kelduni nærhendis. Eisini tá varð gjørt av at brúka Havnina til manningarskifti.
Kortið vísir, hvar West Hercules boraði í fjør, 5 fjórðingar frá markinum. Brunnurin, sum nú verður boraður liggur millum boristaðið í fjør og markið.
Uppá fyrispurning um tað ikki eisini kann geva meining at proviantera og bunkra í Føroyum, nú teir arbeiða so nær markið og teinurin til Aberdeen ella aðra skotska havn verður væl longri, sigur Ragnheðin, at tað er væl dýrari at proviantera í Føroyum enn í Skotlandi. Sama er við bunkringini, men her velst eisini um tíð og stað og at kunna fáa rætta tilboðið. Sjálvur vónar hann, um nógv virksemi fer at taka seg upp við markið, at tað kann løna seg eisini at proviantera og bunkra í Føroyum, fáa umvælingar gjørdar oa. – tvs. at føroyskar vørur og tænastur blíva kappingarførar.
Ocean Greatwhite, heimsins størsti boripallur (semi-submersible), sum borar við markið.
Sum vera man fær Ragnheðin ikki sagt so nógv um boringina og uppgávuna teir eru partur av. Tað er nakað vit mugu umrøða við felagið, ið stendur fyri boringini vísir hann á. Hann kann tó ikki lata vera við at vísa sín stóra áhuga fyri boringini, nú hon neyvan kann vera tættari Føroyum.
Spennandi tíðir fyri Føroyar
Ragnheðin Ryggstein (hm), skipari og Heri Henze, maskinstjóri á Esvagt Contender, ið er standby skip hjá boripallinum Ocean Greatwhite, ið borar við markið.
”Hetta eru avgjørt spennandi tíðir fyri Føroyar eisini, nú tá altjóða oljufeløg leiga heimsins størsta pall av sínum slag til at bora um okkara leiðir. Lat okkum vóna, at okkurt gott kemur burtur úr, sum kann koma at gagna føroyska búskapinum og samfelagnum í framtíðina,” sigur hann og leggur aftrat, at hesin kann koma at hava tørv á fleiri beinum at standa á í framtíðini.
Manningin á Esvagt Contender telur 12, harav tveir føroyingar. Umframt Ragnheðin er eisini Heri Hentze úr Sørvági við sum maskinovasti. Enn ein føroyingur er avloysari í sambandi við manningarskifti. Tað er Jóannes Hansen, skipari úr Sørvági.
Tað er greitt, at føroyska vinnan og eisini myndugleikar fylgja væl við, hvat hendir við markið. Eitt økt borivirksemi við markið, sum kann skapa grundarlag fyri nýggjum olju- og gassfundum nær Føroyum og seinni møguliga eisini útbyggingum, er nakað, sum kann seta ringar í sjógvin og m.a. skapa umtøður fyri veiting av føroyskum vørum og tænastum, nú nýggju oljuleiðirnar liggja so tætt við Føroyar.
Borað verður í løtuni á Blackrock leitimiðinum, 3-5 kilometrar frá markinum. Tað liggur miðskeiðis millum stóru oljukeldurnar Rosebank og Cambo, ið báðar helst verða útbygdar. Verður nógv kolvetni funnið í Blackrock kann hetta merkja, at hon eisini finst føroysku megin markið.
Ein spíri til nýggja leiting við Føroyar
Hvat møguligari framtíðar leiting eftir kolvetnum á føroyska landgrunninum viðvíkur, so kann hesin útviklingurin, sum eitt nú føroyski skiparin Ragnheðin og føroyski maskinmaðurin Heri eru partur av, koma at gerast eitt nýtt kapittul í føroyskari vinnusøgu – nevniliga nýggjari leiting á føroyska landgrunninum. Fyrst skal tó Føroya Løgting taka støðu til fimtu útbjóðing til leiting. Tað verður helst í komandi mánaði.
Boripallurin Ocean Greatwhite er leigaður til at bora tríggjar brunnar eystan fyri føroyska markið komandi mánaðirnar við møguleika fyri at víðka sáttmálan til íalt seks brunnar.
Hóast óvissan enn er stór, so eru kortini fleiri olju- og gassfund gjørd í økinum eystan fyri føroyska markið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald