Uttanlands

Boris Johnson: Olja og gass stóran týdning fyri Bretland

Bretland fer at  halda fram við at framleiða olju og gass, soleiðis at tað slepst undan at vera bundin at innfluttum olju og gassi úr øðrum londum. Olja og gass fara at hava ein týðandi leiklut í bretsku orkuveitingini sigur bretski forsætisráðharrin.

Olju og gass skulu vera partur av framtíðar orkumiksinum í Bretlandi - bæði fyri at nøkta eftirspurningin og til tess at røkka null útlátinum heldur Boris Johnson

Olju og gass skulu vera partur av framtíðar orkumiksinum í Bretlandi - bæði fyri at nøkta eftirspurningin og til tess at røkka null útlátinum heldur Boris Johnson

2022-02-09 11:48 Author image
Jan Müller
placeholder


Eftir rættiliga drúgva tøgn um olju- og gassframtíðina á bretska landgrunninum hevur bretski forsætisráðharrin nú lagt seg út í kjakið um framtíðar orkupolitikkin. Hann ger púra greitt, at tað er framvegis politikkurin hjá stjórnini at halda lív í og menna olju- og gassframleiðslu í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Hetta bæði fyri at nøkta stóra eftirspurningin og til tess at røkka null útláti.

Johnson heldur, at olju- og gassfeløgini hava ein týðandi leiklut í menningini av reinari tøkni og harvið at liva upp til grøna orkuskiftið. Hann vísir m.a. á, at oljufeløgini ganga undan at menna varandi orkukeldur so sum vindorku umframt at framleiða vetni sum framtíðar orkukeldu og at fanga og goyma CO2 í undirgrundini. 

Umboð fyri forsætisráðharrin sigur, at Bretland hevur sett sær fyri at gera stórar íløgur í varandi orkukeldur so sum vind  og kjarnorku. 

Um sama mundið sum forsætisráðharrin loksins úttalar seg um støðuna í bretsku olju- og gassvinnuni og gav henni sín fulla stuðul, kemur fram, at oljufelagið BP hevur havt metavlop vegna methøgu prísirnar. Um somu tíð eru røddir frammi um, eitt nú í andstøðuflokkinum Labour, at áleggja oljufeløgum sum BP og Shell, ein eykaskatt nevndur “Windfall tax”. Hesin skal fara til hart raktu bretsku húsarhaldini, sum líða undir methøgu olju- og gassprísunum.

Boris Johnson sigur seg TÓ onga ætlan hava um at seta í verk slíkan eykaskatt á oljufeløgini og leggur aftrat, at tey, sum longu klára seg best, tey rinda longu skatt av stóra vinninginum, eitt nú partafelagsskatt.

Kjakið um nýggja oljuskattin fyllur nógv í bretskum miðlum í løtuni, bæði fyri og ímóti.

Tey, sum eru fyri, halda, at sjálvandi skulu oljufeløgini rinda meira í skatti, sum so kann fara til hart raktu húsarhaldini. Onnur og harímillum stjórnin halda, at nettupp høgi vinningurin hjá oljufeløgunum skal brúkast til at gera nýggjar íløgur í bæði olju og gass men so sanniliga eisini í varandi orkukeldur og grøna skiftið.

Ein eykaskattur í eini tíð, har marknaðurin ikki megnar at nøkta vaksandi eftirspurninginum eftir olju og serstakliga gassi, kann koma at minka enn meira um íløgurnar, sum skulu tryggja eina økta framleiðslu fyri so aftur at fáa prísin niður.

(Lesið eisini komandi grein um, at stjórnin nú setir navn á olju- og gassleiðir, sum hon ynskir verða útbygdar)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder