Uttanlands

BP selur í Norðsjónum fyri at vaksa virksemið eystan fyri Føroyar

BP endurskoðar sítt virksemi í Norðsjónum fyri at kunna brúka orkuna uppá at menna sítt virksemi á Atlantsmótinum

Eitt av heimsins stóru oljufeløgum, BP, hevur av álvara sett kósina móti Atlantsmótinum og er farið at selja ognir í Norðsjónum frá. Tvær útbyggingar eru ávegis, Alligin oljukeldan har suðuri og Clair South longur norðari í økinum millum Hetland og Føroyar

Eitt av heimsins stóru oljufeløgum, BP, hevur av álvara sett kósina móti Atlantsmótinum og er farið at selja ognir í Norðsjónum frá. Tvær útbyggingar eru ávegis, Alligin oljukeldan har suðuri og Clair South longur norðari í økinum millum Hetland og Føroyar

2020-01-08 15:02 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

Kortið vísir okkum tær báðar komandi útbyggingarnar hjá BP á Atlantsmótinum, Clair South og Alligin.

Alt árið í fjør vórðu vit vitni til, at fleiri av stóru amerikonsku oljufeløgunum seldu sínar ognir í Norðsjónum fyri at leggja leiðina heimeftir - til skiferframtíðina í USA. Onnur stór oljufeløg so sum bretska BP hevur eisini sett sær fyri at selja frá av sínum ognum í Norðsjónum. Endamálið við hesum er ístaðin at leggja orkuna í at varpa ljós á virksemið á Atlantsmótinum - økinum millum Hetland og Føroyar. Har er BP longu fyristøðufelag á fleiri oljufeltum og útbyggingum, og hesa gongdina ætlar felagið at halda fram við og menna.

Ein onnur orsøk til at BP hevur valt at selja frá í Norðsjónum er eisini fyri at útvega pening fyri at kunna liva upp til veðurlagsmálini, tvs. at minka um CO2 útlátið á tess ognum. Langtíðarætlanin hjá BP er annars at selja ognir í Norðsónum fyri 10 mia. dollarar. Í hesum døgum upplýsir felagið, at tað hevur sett til sølu ognir fyri 625 mió. dollarar í Norðsjónum til eitt nú Premier Oil.

[object Object]

[object Object]

 

Alligin útbyggingin liggur tætt við føroyska markið har suðuri á Atlantsmótinum

“BP leggur seg eftir at endurskoða tess virksemi í Norðsónum fyri at kunna varpa ljós á vakstrarøki so sum Clair og Quad 204, sum finnast á Atlantsmótinum,” sigur Ariel Flores, forseti hjá BP fyri Norðsógvin. Hann vísir í hesum sambandi til komandi útbyggingina av Alligin oljukelduni, sum liggur millum stóru Foinaven og Schiehallion keldurnar og føroyska markið. Alligin skal lata olju til goymsluskipið Glen Lyon, sum liggur á Schiehallion feltinum nærhendis.

Eftir tvær stórar útbyggingar á risastóru Clair kelduni vestan fyri Hetland er BP nú farið á tekniborðið við enn einari útbygging á hesi stóru kelduni, nevniliga Clair South.

Avgerð um endaliga útbygging skal takast komandi ár. Norska veitarafyritøkan Aker Solution hevur longu fingið uppgávuna at gera uppskot til eina útbyggingarætlan, og tað verður mett sum eitt tekin um, at henda útbyggingin helst verður veruleiki. Hon er fyribils mett til at kosta 100 mia. kr.

Clair oljukeldan, sum var funnin í 1977, er mett at goyma 8 mia. tunnur av tungari olju. Fyrsta framleiðslan fór í gongd í 2005 og tann næsta í 2019. Roknað verður við, at framleiðsla frá triðju útbyggingini, Clair South, kann byrja í 2025. Tá fer BP at standa á odda fyri ikki minni enn 5 stórum feltum vestan fyri Hetland ella UK Atlantic Margin, sum tað eisini verður nevnt: Clair Fase One, Clair Ridge og Clair South umframt  Foinaven og Schiehallion. Keldurnar liggja tætt við føroyska markið og miðskeiðis millum markið og Hetland.

Áhugavert verður eisini at frætta, um og hvørji øki á Atlantsmótinum BP hevur søkt um í 32. bretsku útbjóðingini, sum lat aftur herfyri. Umframt BP eru hesi feløgini virkin ella standa fyri loyvum á Atlantsmótinum: Total, Shell, Siccar Point Energy, Equinor, Suncore Energy, Ineos, Parkmead, Corallion, Athena Exploration, RockRose, Chevron, Premier Oil, Hurricane Energy, Spirit Energy, Spark Exploration, Chrysaor, Marque Energy og DNO.

[object Object]

Ariel Flores, BP forseti fyri Norðsjógvin, sum sær fyri sær stóru menningina hjá BP á Atlantsmótinum tvs. økinum millum Hetland og Føroyar.

Týdning fyri føroyska leiting

Eingin ivi er um, at fyri framtíðar føroyska oljuleiting hevur tað stóran týdning, at oljufeløg velja Norðsjógvin frá til frama fyri virksemið um okkara leiðir. Alt meira bendir nevniliga á, at tað verður økið millum Hetland og Føroyar, sum fer at fáa hægstu raðfesting komandi árini, bæði hjá oljufeløgum, íløgufeløgum og myndugleikum. Eisini meta bretskir myndugleikar, at stórur partur av framtíðar oljuskattinum fer at koma frá Atlantsmótinum.

Áhugvert verður tá eisini at fylgja við, hvussu henda gongdin fer at ávirka føroysku vónirnar til eina framtíðar leiting um okkara leiðir eisini. I løtuni vita vit, at oljufeløg, sum arbeiða hinumegin markið, hyggja eftir møguleikum her eisini. Hetta er ein jalig avbjóðing, sum fólkini á Jarðfeingi arbeiða við og geva hægstu raðfesting. Og man landsstýrismaðurin í oljumálum ikki fegnast um hesa gongdina, sum vónandi kann enda við, at feløg fara at søkja um leitiloyvi í "Open Door" loyvisskipanini, ið nú stendur opin.

Fer leiting í gongd aftur á landgrunninum, brunnar verða boraðir, og olja og gass verður funnið í rakstrarverdugum nøgdum, tá gongur dreymurin um eina føroyska oljuvinnu sum nýtt búskaparbein hjá Føroyum, út. Tað var júst henda setning politikarar settu sær á sinni, tá farið varð undir samráðingar við danir og bretar um at fáa ávikavist undirgrund og markið uppá pláss. Væleydnaðu úrslitini av hesum samráðingum skaptu grundarlag fyri at lata upp landgrunnin til leiting og harvið einum møgliga komandi vinnuligum íkasti til føroyska samfelagsbúskapin. Aftrat hesum koma so eisini ynskini og krøvini um at laga tilgongdina til eina meiri umhvørvisvinarliga og burðardygga framtíð við eitt nú reinari útvinning av orku og harvið minni útláti av veðurlagsgassum. Og hvør veit, kanska kunnu vit í Føroyum ganga undan á hesum øki, verða eitt nú stór gassfund gjørd. Livst so spyrst.

Keldur: BP, Siccar Point, Energy Voice

 

[object Object]

Vit síggja her týdningin økið vestan fyri Hetland og nær Føroyum  hevur fyri bretska oljuvinnu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder