Í dag er júst ein vika til altjóða veðurlagsráðstevnan COP26 verður sett í Glasgow og koma alsamt útsøgnir frá fleiri londum við boðum uppá grøna orkuskiftið. Seinasta var frá krúnprinsinum í Saudi Arabia, sum ger greitt, at landið ætlar at røkka null útláti í 2060.
Eisini verturin fyri ráðstevnuni, Bretland, hevur í seinastu gjørt vart við nýggj tiltøk, sum skulu minka um útlátið og fáa landið longur fram á grønu leiðini. Tað var annars Bretland, sum legði skjótast og mest víðgongt út eftir Parísavtaluna í 2015 við at boða frá, at tað hevði sett sær fyri at røkka null útláti í 2035. Síðani hava onnur lond boðað frá, at tey vilja røkka hesum máli ávikavist í 2040, 2050 og 2060.
Bretska stjórnin kunngjørdi nú um dagarnar, at hon fer at brúka fleiri 100-tals mia. kr. til grøna orkuskiftið, fyrst við at fáa fólk at keypa elriknar bilar og siðani at eggja húsarhaldum til at leggja upphiting um til hitapumpur heldur enn gassfýr. Frammaliga stendur eisini framleiðsla av vetni, fangan og goymsla av CO2, íløgur í smærri kjarnorkuverk umframt íløgur í vindorku.
Nú um dagarnar kunngjørdi stjórnin so, at húsarhald í Bretlandi fara at fáa 5000 pund í stuðuli til at skifta frá gassfýri til hitapumpur. Í hesum sambandi hevur kjak tikið seg upp um at raðfesta bjálving av sethúsum og almennum bygningum, sum kann minka munandi um orkunýtsluna og harvið eisini útlátið.
Bretska stjórnin leggur eisini stóran dent á at gera íløgur í vetnisframleiðslu, sum alsamt verður mett at vera ein tann besta íløgan í framtíðar orkuframleiðslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald