Uttanlands

Bretska stjórnin sinnað at broyta oljuskatt

Stórt trýst verður nú lagt á bretsku stjórnina fyri at fáa hana at taka av brandskattingina av oljuvinnuni ella broyta hana.

Avtøka ella broyting av serskatting av oljuvinnu kann eisini fáa ávirkan á framtíðar virkseminum eystan fyri Føroyar

Avtøka ella broyting av serskatting av oljuvinnu kann eisini fáa ávirkan á framtíðar virkseminum eystan fyri Føroyar

2026-03-05 23:41 Author image
Jan Müller

Tann serstaki bretski “Windfall Tax”, sum brandskattingin av oljuvinnuni verður kallað, er undir ógvusligum trýsti frá nærum øllum síðum í politisku skipanini og vinnuni í Bretlandi og ikki minst í Skotlandi. Skatturin hevur fingið eitt oljufelag fyri og annað eftir at flyta sínar íløgur úr Norðsjónum til aðrar partar av heiminum. Nú bendir okkurt á, at broytingar eru á veg.

Eftir fund millum fíggjarmálaráðharran Rachel Reeves og umboð fyri orkuvinnuna í vikuni er avgjørt at seta ein arbeiðsbólk, sum skal koma við ítøkiligum uppskoti um, hvussu serskatturin antin skal broytast ella heilt takast av.

Ætlanin var annars, at skatturin skuldi halda fram til 2030. Men eftir fundin í vikuni tykist vend vera komin í støðuna hjá stjórnini, sum heldur enn fegin vil venda gongdini og forða fyri, at íløgurnar í bretska orkuvinnu fara av landinum. Nú tykist stjórnin vilja ganga við til, at skatturin verður tikin av í 2027 heldur enn í 2030, men ístaðin skal vinnan rinda hægri skatt, tá prísirnir eru ovurhøgir.

[object Object]Rachel Reeves, fíggjarmálaráðharri í bretsku stjórnini er sinnað til at lurta eftir vinnuni

Stjórin í meginfelagnum hjá bretsku orkuvinnuni, Offshore Energies UK, David Whithouse segði í einum tíðinaskrivi í morgun, at partarnir nú eru komnir nógv nærri og staðfesta, at orkutrygd er tjóðartrygd. Og til tess at tryggja framhaldandi framleiðslu av olju og gassi í Norðsjónum heldur enn at vera bundin at innfluttari orku, eru partarnir samdir um, at eitt støðugt og burðardygt íløguumhvørvi er alneyugt.

[object Object]
David Whitehouse, stjóri í Offshore Energies UK hevur fingið stjóranina at lurta og taka orkustøðuna í størri álvara

Tað tykist vera mestsum semja millum allar partar við undantaki av umhvørvisfeløgunum, at serskatturin má strikast so ella so. Sjálvt blaðið The Guardian, sum vanliga er sera krittiskt móti olju og gassi, skrivar, at skatturin má takast av, soleiðis at vinnan kann økja framleiðsluna, um somu tíð sum Bretland leggur um til varandi orku.

Spurningurin um serskattin í Bretlandi kann eisini fáa týdning fyri Føroyar á tann hátt, at stórar útbyggingar av olju- og gassleiðum nær Føroyum standa og bíða eftir at sleppa í gongd. Her er so serskatturin ein av forðingunum. Í løtuni bíða stóru oljufeløgini eisini eftir endaligum útspæli frá stjórnini, um tey kunnu byggja út stórar olju- og gassleiðir teirra millum fleiri við føroyska markið, eitt nú Rosebank og Cambo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald