Bretska stjórnin ger nú álvara av at skunda undir leiting eftir olju og gassi í Norðsjónum og á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar. Hetta ger hon greitt í einum úttalilsi í gjár, nú Bretland eins og restin av Evropa tørvar bæði olju og gass eins og varandi orku fyri at minka um veitingina av orku úr Russlandi.
Bretski orkuráðharrin Jacob Rees-Mogg sigur, at eftir russisku innrásina í Ukraina hevur tað altavgerandi týdning og raðfesting at styrkja um veitingartrygdina og vísir til tað sum forsætisráðharrin hevur sagt, at málið er at tryggja, at Bretland í 2040 er útflytari av orku. -Til tess at røkka hesum máli, er neyðugt at kanna allar møguleikar okkum stendur í boði tað veri seg sól, vind og olju- og gassframleiðslu, so tað er rætt, at vit hava tikið av steðgin at gera nýtt gasstilfeingi í egnum øki til veruleika aftur.
Nýggja leitiútbjóðingin fer væntandi at fevna um 100 nýggj loyvi, sum skulu lata upp fyri møgleikanum at skunda undir egna orkuframleiðslu. Nýggja leitiútbjóðingin fer at fylgja øllum reglum í sambandi við verðurlagskrøv, og fer NSTA, sum er almenni myndugleikin, at standa fyri loyvisgevingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald