Uttanlands

Bretska stjórnin umhugsar nú eyka oljuskattin

Um oljuprísurin heldur fram at lækka umhugsar bretska stjórnin at stytta tíðina við eyka oljuskattinum

2023-06-12 20:09 Author image
Jan Müller
placeholder

Í Bretlandi verður nú tosað um at taka av aftur serstaka orkuskattin “Windfall Tax” skjótari enn ætlað. Skatturin varð álagdur olju- og gassfeløgum, sum høvdu ovurstóran vinning eftir russisku innrásina í Ukraina. Upprunaliga vórðu oljufeløg skattað við 40%. Eykaskatturin hevði við sær, at samlaði skatturin nærum tvífaldaðist til 75%. Hetta skuldi vera fram til 2025. Men bretska stjórnin hevur síðani gjørt av, at skatturin skal galda fram til 2028.

Nú tað vísir seg, at oljuprísurin er nógv lækkaður og heldur fram at lækka, hevur bretska stjórnin sagt seg vilja umhugsa at taka av aftur eykaskattin væl fyrr enn upprunaliga ætlað.  Hetta verður m.a. gjørt fyri at økja aftur um áhugan hjá orkufeløgum at gera nýggjar íløgur í olju- og gassvirksemi í Norðsjónum.

Hetta kann tó vísa seg at verða ov seint í hvussu er fyri fleiri oljufeløg, sum leingi hava gjørt vart við sína ónøgd við eyka skattin og harvið broytingarnar í upprunaligu treytunum. Í gjár frættist, at eitt av teimum stóru “independant” oljufeløgunum, Apache Energy hevur tikið avgerð um at gevast við at gera nýggjar íløgur í Norðsjónum og hevur sagt fleiri av sínum starvsfólkum upp.

Ein orsøk til hetta kann eisini vera tann, at umframt eyka skattin, so gerst tað truplari at fáa fígging til nýtt virksemi, nú grunnar og bankar leggja lok á øllum lánum til fossila økið.

 Hóast hesa støðuna so er eisini greitt, at fleiri av teimum stóru oljufeløgunum so sum BP, Shell, Equinor og Total framhaldandi fara at gera íløgur í virksemi í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Í løtuni verður bíðað eftir, at bretskir myndugleikar skulu geva grønt ljós til útbygging av risastóru olju- og gassleiðini Rosebank nærhendis Føroyum. Enn ein nýggj leið, Cambo, stendur til at verða útbygd. Haraftrat hava bæði BP, Shell  og Total útbyggingar á Atlantsmótinum á tekniborðinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder