Uttanlands

Bretska stjórnin vil skunda undir Cambo útbygging við føroyska markið

Ætlanin er at koyra ferð á fleiri olju- og gassútbyggingar á bretska landgrunninum, teirra millum Cambo kelduna skamt frá føroyska markinum. 

Bretski fíggjarmálaráðharrin Kwasi Kwarteng og Liz Truss, forsætisráðharri í bretska parlamentinum, har tey nú vilja raðfesta útbygging av olju- og gasskeldum, nýggjari leiting eins og menning av varandi orku

Bretski fíggjarmálaráðharrin Kwasi Kwarteng og Liz Truss, forsætisráðharri í bretska parlamentinum, har tey nú vilja raðfesta útbygging av olju- og gasskeldum, nýggjari leiting eins og menning av varandi orku

2022-09-26 09:16 Author image
Jan Müller
placeholder

Í tráð við orkupolitikkin hjá nýggju bretsku stjórnin verður nú av álvara farið undir at seta ferð á fleiri stórar útbyggingar av olju- og gassleiðum og infrakervinum ymsa staðni á bretska landgrunninum. Hetta skrivar Energy Voice, sum veit at siga frá, at millum keldurnar, sum skulu byggjast út er Cambo hjá Ithaca Energy, Murlach hjá BP og Talbot hjá Harbour Energy. Aðrar keldur, sum standa á listanum, har ferð skal setast á útbyggingar, er Victory gasskeldan eystan fyri Føroyar. 

[object Object]

Bretska stjórnin ynskir at útbyggja orkukeldur í Norðsjónum, her bæði olju- og gass og varandi orku so sum vind. 

Umframt olju- og gassútbyggingar verða eisini tosað um havvindorku, vetni og fangan og goymslu av CO2 verkætlanir. Westminister hevur sett sær fyri at fara undir meginpartin av teimum verkætlanunum, sum eru klárar móti endanum av næsta ári, talan er um at “speed up development and construction”, sum tað stendur í almennu avgerðini.


[object Object]
[object Object]

Bretskir miðlar gera nógv burtur úr ætlanunum at útbyggja olju- og gasskeldur við føroyska markið, her pallurin, sum fer at taka ímóti oljuni á Cambo leiðini, sum bretska stjórnin nú gevur hægstu raðfesting.  

[object Object]

[object Object]

Cambo liggur bert fáar kilometrar frá føroyska markinum, har eisini fleiri aðrar olju- og gasskeldur eru funnar og sum standa til at verða útbygdar, eitt nú Rosebank. 

Hetta kemur eisini fram í mini budgettinum, sum Kwasi Kwarteng, fíggjarráðharri legði fram seinasta fríggjadag. Hann sigur, at verandi skipanir í Bretlandi gera, at tað gongur ov seint at koma í gongd við útbyggingum, og hetta má broytast. 

-Komandi mánaðirnar fara vit at leggja fram lógaruppskot, sum kunnu skunda undir menningina og kunngera vit nú eina røð av verkætlanum, sum vit fara at raðfesta og seta ferð á bæði innan flutning, orku og samskifti.

Westminister hevur og fer at gera sítt til at økja um olju- og gassvirksemi í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina. Tí verður ein nýggj útbjóðing til oljuleiting latin upp í oktober, sum skal økja um leiting eftir nýggjum olju- og gasskeldum, sigur ráðharrin.

Væntandi fer avgerðin hjá stjórnini at møta mótstøðu frá umhvørvisfelagsskapum, sum longu hava hótt við at fara í rættin við stjórnini, um hon gevur grønt ljós til útbyggingar so sum hana við Cambo, ið longu hevur verið ein kastibløka í orkukjakinum.

[object Object]

Umhvørvisfólk serstakliga frá víðgongdu felagsskapum so sum Extension Rebellion hava raðfest Cambokelduna í sínum mótmælum móti nýggjum olju- og gassvirksemi.

Umhvørvisfelagsskapir vísa á, at útbygging av olju- og gasskeldum stríðir ímóti veðurlagspolitikkinum hjá ST og altjóða samfelagnum. Eisini skotska stjórnin við SNP og teimum grønu hevur funnist at ætlanunum hjá bretsku stjórnini at loyva leiting og útbygging av olju- og gasskeldum í Norðsjónum, tó vitandi at endaliga avgerðin liggur  í London. 

Tað hevur tó avgerandi raðfesting hjá nýggju bretsku stjórnini at fáa gongd á orkuútbyggingar tað veri seg olju og gass eins og varandi orkukeldur so sum vind og sól. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder