2023-01-11 11:53
Tann 20. og 21. mars bjóðar Jarðfeingi eitt tveir dagar langt jarðfrøðiligt skeið fyri brunnborarar og tey, ið arbeiða við vegagerð, tunlum, planering, spreinging, útstykking og møgulig onnur.
Á skeiðnum verður gingið ígjøgnum grundleggjandi føroyska jarðfrøði umframt føroyska grundvatnsjarðfrøði.
Skeiðið verður hildið á Jarðfeingi, umframt at farið verður út at vitja áhugaverd støð.
Á heimasíðuni jf.fo skrivar Jarðfeingi, at tey, ið eru áhugað, kunnu venda sær til [email protected] ella á telefon 357000 fyri nærri kunning viðvíkjandi kostnaði, tilfari og prógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald