Finska flogfelagið, sum hevði ábyrgdina av 3,3 mió. tonsum av CO2 útláti í fjør, fer nú sambært E24, at skerja tilboðini til tess at minka um útlátið.
Stjórin heitir á kundarnar at skilja støðuna, nú avgerð verður tikin um at gevast við flogrutunum til Turku og Tampere, nú tær eru stytsu leiðirnar.
Orsøkin er bæði grøna orkuskiftið men eisini lága talið av ferðafólki. Flogtíðirnar eru umleið hálvan tíma. Nú skulu fólk ístaðin koyra við bussi, og tað fer at taka væl longri tíð.
-Vit skilja væl fólk, sum eru von við at brúka hesar farleiðir, nú eru misnøgd. Men vit mugu taka hædd fyri bæði tí fíggjarliga og fyri umhvørvinum, sigur Finair stjórin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald