2025-07-22 09:05

Bretska stjórnin hevur í dag givið endaligt grønt ljós til at fara undir at byggja eitt nýtt kjarnorkuverk, sum skal eita Sizewell C, skriva AFP og Reuters tíðindastovurnar.
Eftir ætlan, skal kjarnorkuverkið byggjast Suffolk eystast í Onglandi.
Enska stjórnin, sum er størsti partaeigari í verkætlanini, sigur, at Sizewell C fer at kosta umleið 38 milliardir pund at byggja. Tað svarar til umleið 327 milliardir í okkara krónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald