2023-12-16 09:45
Nógvur vindur var inni á elnetinum, og tá vindurin knappliga minkaði, megnaði battarískipanin ikki at lofta øllum í senn sigur SEV eftir hendingina, sum hevði við sær at streymslit í meginøkinum eitt nú Havnini.
Frá verksetanini av battarískipanini hjá SEV á Sundi herfyri. Mynd Jan Müller
"Vit skulu arbeiða við at fínstilla innstillingarnar", sigur Jón Nielsen, deildarstjóri fyri Netið hjá Sev. "Tað er sjálvandi óheppið, men vit hava alla tíðina vitað, at neyðugt er at læra skipanina at kenna".
Streymurin fór kl. 15.52 og kl. 17.30 høvdu øll fingið streymin aftur.
Kelda: SEV
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald