Uttanlands

CO2 frá burturkasti í London skal undir Norðsjógvin

Norra gongur á odda at taka CO2 útlát úr brenningini av burturkasti og hevur fingið sín fyrsta altjóða kunda, CO2 frá burturkastinum í milliónabýnum London

2022-05-14 13:09 Author image
Jan Müller
placeholder

 Í vikuni varð ein heldur óvanlig men ikki minni týdningarmikil avtala undirskrivað millum Norra og Bretland. CO2 útlátið frá brenning av burturkasti í milliónabýnum London skal í framtíðini goymast í undirgrundini í norska partinum av Norðsjónum. Tað vóru teir báðir forsætisráðharrarnir, Boris Johnson og Jonas Gahr Støre, sum settu síni fingramerki á hesa kollveltandi avtaluna sum part av royndunum at verja veðurlagið. Tað er norska verkætlanin nevnd “Langskip”, sum hevur fingið sín fyrsta altjóða kunda skrivar e24 sambært VG.  

Norra er eitt av londunum, sum raðfestir fangan og goymslu av CO2 útláti, eisini nevnt CCS, sera høgt, og hevur í hesum sambandi sett stórar upphæddir av. Hetta hendir um somu tíð sum Norra roynir at nøkta part av gasstørvinum hjá Evropa, nú semja er um ikki at keypa gass úr Russlandi longur. 

Norski forsætisráðharrin sigur, at Noreg hevur umstøður til at hýsa CO2 útláti í mong tíggjutals ár, nú landið kann brúka royndirnar og vitanina frá olju- og gassvinnuni í Norðsjónum.  Norra ætlar at gera íløgur uppá 20 mia. norskar kr. til at menna CCS vinnuna í Brevik og Klemetsrud í Oslo, flutningsstøð í Øygaarden og rørleiðingar út í Norðsjógvin, har veðurlagsgassini skulu goymast í framtíðini. Og avtalan við Bretland er partur av hesum diplomatiska virksemi sigur Støre við VG. 

Fyribils avtalan, sum báðir forsætisráðharrarnir hava undirskrivað, snýr seg um, at veðurlagsgassir frá brenningini av burturkasti í London, umleið 1,5 tons CO2, skulu flytast við skipi á ánni Themsen og víðari yvir Norðsjógvin til stóru norsku móttøkustøðina á landi.

Støre sigur við VG, at hann ímyndar sær eitt netverk av rørleiðigum, eisini á evropeiska meginlandinum, sum kann flyta CO2 til goymslur undir Norðsjónum. Endastøðin verður olju- og gassfelt í norska partinum av Norðsjónum, sum ikki framleiða longur. Men flyting av CO2 yvir landamørk krevur altjóða avtalur.

-Vit gera nú avtalur við lond sum Belgia, Týskaland, Danmark og Svøríki eins og Bretland, sum gera slíkan flutning møguligan sigur Støre, sum vísir á, at neyðugt er nú at finna fleiri goymslur í undirgrundini, ið kunnu taka ímóti teimum sera stóru nøgdunum av CO2 frá brenning av burturkasti. Norska stjórin viðger í løtuni umsóknir til at leggja til rættis fleiri goymslur. 



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder