Uttanlands

Rubio: Bíða við revsitiltøkunum í 60 dagar

Hendan tíðin skal brúkast til at greina avleiðingarnar fyri altjóða búskapin, sigur amerikanski uttanríkismálaráðharrin, eftir at amerikanski forsetin tók avgerð um, at nýggjast um revsitiltøkini móti størstu innflytarum av russiskari olju ikki skulu koma í gildi fyribils.

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio (Mynd: Kylie Cooper/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio (Mynd: Kylie Cooper/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-18 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur boðað frá, at revsitiltøkini móti Russlandi, sum vórðu samtykt í september, kortini ikki koma í gildi fyribils.

Les eisini: Trump: Revsitiltøk móti Russlandi kortini ikki sett í gildi

Sambært amerikanska uttanríkismálaráðharranum, Marco Rubio. er talan um ein steðg á 60 dagar, sum skal brúkast til at greina avleiðingarnar fyri altjóða búskapin.

– Forsetin ynskir at brúka teir 60 dagarnar til at greina, hvat bæði revsitiltøk og tollur fara at merkja fyri altjóða búskapin og amerikanska búskapin, sigur hann sambært Ritzau.

Rubio vísir m.a. á, at revsitiltøkini raka fleiri lond og ikki bert Russland.

Talan er um toll á upp til 100 prosent á allar vørur úr teimum fimm londunum, sum innflutta mest olju ella gass úr Russlandi. Hesi tiltøkini vóru partur av lógarpakkanum "Lindsey ⁠O. Graham Sanctioning Russia and Iran Act of 2026", sum eisini snúði seg um at víðka revsitiltøk móti Iran.

Rubio sigur, at altjóða orkuprísirnir verða ávirkaðir av fleiri stríðum, harímillum kríggið hjá USA í Iran og álop á Saudiarabia hjá houthirørsluni í Jemen.

Amerikanskir politikarar frá bæði høgra- og vinstravonginum hava funnist hvassliga at Trump fyri avgerð hansara um at steðga revsitiltøkunum fyribils.

Herfyri gjørdi Trump eina avtalu við russiska forsetan, Vladimir Putin um keyp av russiskum diesel, og hesum hava politikarar eisini funnist at.

Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, sum Russland hevur verið í kríggj við síðan februar 2022, sigur seg stúra fyri, at USA fer at strika uppaftur fleiri revsitiltøk móti Russlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder