Uttanlands

CO2 útlátið setti met í 2020

Hóast korona rakti og minkaði um virksemið kring allan heimin so setti útlátið av vakstrarhúsgassum í atmosferuna kortini met í farna ári

2021-10-26 10:08 Author image
Jan Müller
placeholder

Í eini nýggjari frágreiðing frá ST verður staðfest, at útlátið av CO2 og øðrum vakstrarhúsgassum hevur ongantíð verið so høgt sum í fjør. Við hesi gongd er heimurin ávegis móti nógv heitari veðurlag enn lagt er upp til í Parísavtaluni frá 2015. Tá varð semja um, at hitin má ikki vaksa meira enn til 1,5 til 2 stig í 2050.

Við nýggju mátingunum fer vøksturin at nærkast 2,5 til 3 stig stendur í frágreiðingini. Og hetta fer at hava við sær meira ekstremt veður við ódnum, turki og yvirflóð.

Frágreiðingin kemur júst eina viku undan altjóða veðurlagsráðstevnuni COP26 í Glasgow, har 25.000 umboð úr 195 londum fara at viðgera veðurlagsbroytingarnar í 12 dagar.  Teirra millum eru leiðarar úr 120 londum. 

Bretski forsætisráðharrin Boris Johnson segði í eini viðmerking nú um dagarnar, at møguligt er  at minka um CO2 útlátið sum ætlað fram til 2050. Men hann viðgekk samtíðis, at hetta kann gerast ein sera torfør avbjóðing og ikki minst at fáa øll lond at semjast.

Altjóða miðlar gera annars nógv burtur úr støðuni í heimsins fátækasta londum, sum ikki hava somu møguleikar sum ríkari parturin av heiminum at gera íløgur í grøna orkuskiftið.  Avtalað er annars, at ríku londini skulu rinda 100 mia. kr. til menningarlondini um árið og henda avtala skuldi longu verið komin í gildi fyri trimum árum síðani, men er enn ikki sett í verk. Hetta er eitt av høvuðsmálunum, sum varpað ljós verður á undir COP26. 

Kelda: BBC og DR2

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder