Tað var brasilski forsetin Luiz Inácio Lula da Silva, eisini kendur undir navninum Lula, sum setti COP30 veðurlagsráðstevnuna í býnum Belém, ið liggur tætt við Amasona regnskógina í Brasil. Staðið varð valt vitandi, at luttakararnir skulu fáa eina kenslu av, hvat veðurlagsbroytingar merkja eins og avleiðingarnar tær hava fyri náttúru og alt livandi.
![]()
Høvuðsboðskapurin hjá Lula var at undirstrika, at mannaskaptar veðurlagsbroytingar eru veruligar og vísti hann aftur atfinningar frá klimanoktarum og skýrdi tær “fake”. Hann legði upp til samstarv millum mongu londini í heiminum um at draga eina línu til tess at koma veðurlagsbroytingunum til lívs ella í hvussu er at steðga ella avmarka tær.
![]()
Umrøðan frá ráðstevnuni higartil hevur í stóran mun snúð seg um, hví so nógvir framstandandi stjórnarleiðarar hava valt COP30 frá. Stjórnarleiðarar úr USA, Kina, India, Ruslandi, Japan, Australia, Indonesia og Turkalandi eru ikki millum luttakararnar, og tað verður mett sum eitt afturstig fyri hetta afturvendandi tiltakið. Serstakliga er stór ónøgd við, at USA ikki hevur nøkur leiðandi fólk á ráðstevnuni. Tað var væntandi, at Donald Trump ikki fór at luttaka, nú hann fyri stuttum í ST umrøddi veðurlagsbroytingar sum eitt “svindulnummar”.
![]()
Hóast hesa støðu, so eru luttakarar samdir um, at tað nú ræður um at standa saman í stríðnum móti veðurlagsbroytingum. Tað eru 10 ár síðani, at øll heimsins lond undirskrivaðu avtalu um at avmarka hitavøksturin til 1,5 stig og skuldi hetta gerast við at fremja tiltøk, sum skuldu minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. Tað vísir seg nú, at tað fer neyvan at eydnast at røkka hesum máli, tó at stór stig eru tikin rætta vegin.
![]()
Undan Parísavtaluni var ótti fyri, at hitin fram móti aldarskiftinum fór at økjast við upp til 4 stigum. Síðani hava tiltøk steðgað upphitingini, so hon nú verður mett at kunna vera millum 2 og 2,8 stig. Tvs. at tað hevur eydnast at venda gongdini ella í hvussu er lutvíst steðga henni. Kortini vísa granskarar og veðurserfrøðingar á vandan fyri ógvusligum náttúrufyribrigdum so sum ódnum, turki og eldibrandum. Hesi henda oftari og við størri styrki. Og einasti mátin at steðga ella minka um hesi er at minka um CO2 útlátið.
![]()
Kelda: New York Times
Stóru framstigini, sum kortini eru hend á grøna økinum við sólkyknum og vindmyllum, verða tikin fram sum ein gongd leið at minka um útlátið og fara frá fossialari orku til varandi orku.
Spurningurin er so, hvør hevur ábyrgdina av veðurlagsbroytingunum og er júst tað nakað, sum londini fara at umrøða.
Ein týðandi spurningur, sum væntandi er at fylla nógv á ráðstevnuni er, hvussu nógvan pening ríkaru londini vilja lata til menningarlondini at hjálpa teimum at minka útlátið og fyribyrgja náttúruvanlukkum.
COP30 fer at vara í tvær vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald