Um somu tíð sum heimsins leiðarar við eitt nú bretska forsætisráðharranum Keir Starmer møtast á ST veðurlagsráðstevnuni í Brasil, royna umboð fyri samlaðu orkuvinnuna í Bretlandi, tvs. bæði innan olju og gass og varandi orku, at fáa stjórnina at taka støðuna hjá vinnuni í størsta álvara.
Hesi trý koma at avgera lagnuna hjá olju- og gassvinnuni í Bretlandi, frá høgru, Keir Starmer, forsætisráðharri, Reeves fíggjarráðharri og Ed Miliband, orkuráðharri.
Samlaða orkuvinnan sær brandskattingina av eitt nú olju- og gassfeløgum sum mønustingin fyri vinnuna og kemur við eini seinastu áheitan at Labourstjórnina, nú fíggjarlógin verður løgd fram um tvær vikur, um at halda aftur við framhaldandi royndunum hjá eitt nú orkuráðharranum at steðga nærum øllum framtíðar virksemi.
Hetta hendir samtíðis, sum fleiri og fleiri oljufeløg eru farin at flyta sínar íløgur í Bretlandi til onnur lond. Feskasta dømið um hetta eru útsøgnirnar hjá størsta privata oljufelagnum í Bretlandi, Harbour Energy, sum nú sigur seg fara at brúka helvtina av sínum íløgum í útlandinum.
Orsøkin til ónøgdina hjá vinnuni er fyrst og fremst tann brandskattingin, sum stjórnin hevur sett í verk. Henda varð gjørd, tá oljuprísurin var sera høgur, men nú hann er lækkaður heilt munandi, heldur vinnan, at skattingin eigur at verða strikað aftur ella broytt. Eisini sigur vinnan, at forboðið móti nýggjari oljuleiting er við at køva vinnuna, tí hon sleppur ikki eftir olju og gassi, sum liggja goymd í undirgrundini.
At olja- og gassvinnan og varandi orkuvinnan nú draga eina og somu tíð kemst m.a. av, at hesi eru partur av orkumixinum, sum fer at vera ein týðandi partur av orkuframtíðini. Tvs. at tað verður brúk fyri bæði olju og gassi, varandi orku, fangan og goymslu av CO2 eins og vetnisframleiðslu í mong mong ár aftrat, samtíðis sum grøna orkuskiftið tekur dik á seg.
Menningin av varandi orku er eisini tengd at fíggjarliga og tøkniliga íkastinum, sum olja og gass borga fyri. Tí eru hesi lutvíst í sama báti. Inntøkur frá olju- og gassvinnuni eru við til at menna tøkniligu menningina av grønu orkuvinnuni.
Stjórin í Offshore Enegies UK, David Whitehouse og Claire Mack, stjóri í Scottish Renewables draga eina línu mótvegis stjórnini. 26. november fáa vit at vita, um stjórnin lurtar eftir teimum.
Tað eru stjórarnir í Offshore Energies UK, David Whitehouse og Claire Mack í Scottish Renewables, sum hava sent bræv til stjórnina, har teir vísa á, at “UK´s ernergy future stands at a critical juncture”.
Bretska stjórnin leggur í løtuni seinastu hond á fíggjarlógaruppskotið, har tað fer at gera greitt, hvussu stjórnin fer at handfara olju- og gassvinnuna. Hetta er so eisini tengt at bæði orkutrygdini eins og ringu búskaparligu støðuni. Vinnan ger vart við, at fær hon betri umstøður at virka undir, so kann hon vera við til at verja orkutrygdina eins og útvega Bretlandi nýggjar inntøkur frá framtíðar olju- og gassvirksemi. Støðan nú er tann, at høgi serskatturin og óvissa støðan mótvegis olju- og gassi skerja møguleikarnar fyri at fáa inntøkur frá nýggjum virksemi.
Sambært bretskum miðlum hevur stjórnin tikið ávaringarnar frá vinnuni í álvara, í hvussu er skal fíggjarmálaráðharrin hava heitt á oljuvinnuna um at leggja fram uppskot um at tryggja, at oljuvinnan aftur fer at gera íløgur, verður serskatturin tikin av ella broyttur.
Ein av yvirskriftunum í bretskum miðlum: “Labour considers scrapping North Sea windfall tax in dash for growth”.
![]()
Í løtuni eru miðlarnir á tremur við tilfari og útsøgnum frá bæði politikarum og vinnulívsfólki, sum royna at ávara stjórnina, at tekur hon ikki stig til at betra um umstøðurnar hjá vinnuni, so merkir tað endin á olju- og gassvinnuni í Bretlandi. Millum hesi eru formaðurin í Labour í Skotlandi eins og umboðið fyri Hetland og Orknoyggjar í bretska parlamentinum. Eisini fyrrverandi formaðurin í stóra meginfelagnum hjá orkuvinnuni, Offshore Energies UK, Malcolm Webb er farin á barrikadurnar og sigur, at tað verður ein vanlukka fyri Bretland, um stjórnin ikki broytir kós. Sami Webb luttók í 2013 á ráðstevnu í Føroyum, sum FOÍB skipaði fyri.
![]()
Stórar olju- og gassleiðir eystan fyri Føroyar standa til at verða útbygdar. Um tvær vikur fær vinnan at vita, hvat stjórnin heldur um framtíðina í økinum.
Eisini í Føroyum verður fylgt við gongdini á orkuøkinum hjá okkara næsta granna. Bæði hjá Jarðfeingi og í Tinganesi eins og í føroysku veitaravinnuni vóna tey, at orkufeløgini, sum arbeiða eystan fyri markið, fáa góðar umstøður at virka undir. Hetta ikki minst tí at virksemi í grannalagnum so sum útbygging av olju- og gassleiðum kann fáa hepnar avleiðingar í Føroyum, har ein nútímans veitaravinnu bjóðar seg fram til at veita vørur og tænastur.
Eisini tá talan er um framtíðar føroyska oljuleiting kann avgerð hjá bretsku stjórnini fáa týdning. Tí alfa og omega fyri bæði leiting og útbyggingar er eitt undirstøðukervi, ið kann stuðla upp undir framtíðar orkuvirksemi í økinum millum Hetland og Føroyar.
Orkan.fo fylgir gongdini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald