
Oljuprísurin lækkaði nógv fríggjadagin, eftir at Donald Trump forseti hótti Kina við nýggjum ógvusligum tollhækkingum. Samtíðis segði hann seg onga orsøk hava til at møta kinesiska leiðaranum Xi Jinping. Lækkingin kom eisini eftir, at tíðindini bórust um vápnahvíldaravtalu millum Ísrael og Hamas.
Ein tunna av norðsjóvarolju kostar góðar 62 tollarar, sum er tann lægsti síðani 7. mai. Hetta er ein lækking uppá 3,7%. Eisini ráoljuprísurin í USA er lækkaður munandi til 59 dollarar eftir útspælið frá Trump. Hann ákærir Kina fyri at senda fíggindaligasinnað brøv til lond um allan heim. Hesi snúgva seg um útflutningseftirlit av sjáldsomum mineralum og øðrum týðandi rávørum.
Longu nú bera greinarar ótta fyri, at hóttaninar hjá Trump kunnu fáa lív í aftur handilskríggj millum tveir av heimsins størstu búskapum skrivar E24. Nakað, sum kann raka oljunýtsluna munandi. Sambært Bloomberg kunnu hóttaninar fáa búskaparligar avleiðingar og raka eftirspurningin eftir olju og oljuvørum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald